Vísindi
Skráin fyri Vísindavøkuna 2022
Høvuðsevnið hesa ferð er "Tíðarrák". Tíðarrøðir hava alstóran týdning fyri gransking og annað vitanararbeiði. Tíðarrøðir eru lutir, skjøl, mátingar, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett regluliga. Tær gera tað gjørligt at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina