Mentan
Nær fert tú at síggja teg sum eg…
Í komandi viku byrjar ein heilt serlig listaframsýning, ið ikki hevur sæð sín líka her á landi. Fyri tað fyrsta er framsýningarhølið ikki eitt høli, sum vit plaga at sambinda við list yvirhøvur
Haldaragrein
Mentan
Da Sjúka flutt til Bacalao
Tað verður ikki summarveður leygardagin, tí veður Da Sjúka flutt inn í Bacalao, har tað er turt og gott veður 365 dagar um árið
Mentan
Hergeir Staksberg: - Vit vilja vísa teimum ungu eitt alternativ
- Tað er ikki øll, sum tíma popp tónleik og fótbólt. Sjálvt um tað fær 80 prosent av uppmerkseminum í bæði útvarpið og í samfelagnum yvirhøvur, sigur Hergeir Stakberg, sum í hesum døgum er við til at skipa fyri tiltakinum, Da Sjúka, sum verður leygardagin. Hann heldur, at størri virðing eigur at vera fyri alternativum ítróttargreinum og street mentan
Mentan
Rithøvundar hittast: Føroyar og Ísland í skaldskapi
Tiltak: Carl Johan Jensen og Hallgrímur Helgason, rithøvundar, fara í kvøld, undir leiðslu av Bergi Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingi, at skifta orð um, hvussu teir brúka ávikavist Føroyar og Ísland í skaldskapi sínum
Heimatíðindi, Mentan
Føroyskur dansur - á finskum
Tað er eingin ivi um, at føroyski dansurin er nakað fyri seg, men hann er eftir øllum at døma tó ikki bara nakað, sum føroyingar einsamallir gera
Mentan
Kuraterede Samtaler 13. – 14. juni í Norðurlandahúsinum
Listaligt talufrælsi er eitt av høvuðsevnunum sum verða umrødd á einum stórum norðurlendskum mentanarkervisfundi í Norðurlandahúsinum í næstu viku
Mentan
ONGIN VIL DOYGGJA Í DAG
Skrivikapping: Fyri kortum skipaði Bókasavnið við Løkin fyri skrivikapping, og flaggdagin fingu tríggir høvundar virðisløn fyri sínar tekstir. Frá í dag prentar Dimmalætting, í samstarvi við Bókasavnið við Løkin, og við samtykki frá høvundunum hvørja viku eitt essay, sum ikki fekk virðisløn
Mentan
Lykkenborg og søgan um avbyrgingina av teimum, sum ikki eru sum hini
Tann 1. juni hevur leikbólkurin Det Ferösche Compagnie frumframførslu av leikinum Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági. Leikurin er skrivaður við íblástri úr lívinum hjá originalinum Pól Jóhannusi Poulsen (1925-1971), eisini nevndur Lykken, ið bygdi stóru og sermerktu villiniborgina Lykkenborg á trøðni hjá pápanum í Miðvági
Mentan
Lykkenborg: Rúmandi list
1. juni fær leikurin Lykkenborg hjá Det Ferösche Compagnie frumframførslu, har bólkurin í egnari tulking endurreisir bygningsverkið av sama navni og setir tað inn í eina størri samfelagsliga rammu. Dimmalætting verður í hesum sambandi karmur um eina greinarøð um leikin, har hendan greinin er hin fyrsta
Mentan
Muterandi melankoli
MUTATIÓNIR eitur framsýningin hjá Barbaru í Gongini og Hauge í Gongin Djernis, sum gevur áskoðaranum herðindi av romantiskum sorgblídni
Mentan
Ummæli: Lykkenborg stendur enn
Sjónleikurin um lívið hjá Pól Jóhannusi Poulsen, eyknevndur Lykken, er av sonnum ein hjartanemandi frásøgn við stórum andsøgnum, sum Det Ferösche Compagnie framførir við lættleika, hegni, stórari empati og tokka fyri gandinum í øðrvísihugsan.
Mentan
Træyrkingar: Sigurjón Ólafsson á Norðurbryggjuni
Herfyri læt ein ansingarverd framsýning upp við standmyndum úr viði hjá íslendska listamanninum Sigurjón Ólafsson á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn
Haldaragrein
Mentan
“Kom bara inn, eg skal ikki gráta” - Seinasta sýning verður í Reinsarínum 25. mai
Seinasta sýningin av einmansleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” verður í Reinsarínum 25. mai klokkan 20
Mentan
Konsertir við donskum dreingja- og manskórið
Hesa vikuna verða konsertir við dreingja- og manskórinum úr Dómkirkjuni Haderslev
Mentan
Sært tú meg?
"Endamálið við røðini er at skapa hugburðsbroytingar og at royna at læra at skilja hvønn annan", sigur Anna Joensen-Næs, sum er stigtakari til nýggju heimildarrøðina, "Sært tú meg?"
Mentan
Listafólkaíbúðir: Í skúla í Tjørnuvík
Sunnudagin 15. mai læt norski listamaðurin, Kenneth Varpe, dyrnar upp til listafólkabústaðin, sum liggur í gamla skúlanum í Tjørnuvík
Mentan
Tórshavnar Manskór heldur várkonsertina í Salt
Hesa ferð fer Tórshavnar Manskór at halda árligu várkonsertina í Salt í Trongisvági og ikki í høvuðsstaðnum, sum annars hevur verið siðvenja. Várkonsertin verður leygarkvøldið 21. mai klokkan 19.30
Mentan
Navalny - seinasti filmur hjá Filmsfelagnum áðrenn summarferiuna
Heimildarfilmurin um fremsta andstøðingin hjá Vladimir Putin verður vístur í Filmsfelagnum komandi mikukvøld
Heimatíðindi, Mentan
Grillað pitsa
“…fyri góðum fimm árum síðan ynskti eg mær so nógv ein pitsastein at leggja á grillina. Eg átti ongar pengar at keypa ein fyri. Ella kanska var ov langt til Havnar at keypa ein. Í øllum førum bleiv tolið uppi, og eg smekkaði pitsadeiggið beint á glóðheitu grill ristina. Tað var vert eina roynd… Tað var faktiskt vert nógvar endurroyndir, tí tað eydnaðist so sera væl. Eg eigi enn ongan pitsastein, hóast eg nú bæði eigi pengar og búgvi í Havn, men pitsa grilli eg næstan hvørjaferð verið er gott. Í hesi greinini greiði eg frá hvussu tú kanst gera”
Heimatíðindi, Mentan
Matmagasin - viðmæli
Ein kókibók er skriva til framtíðina. Men bløð eru skrivaði til núið. Hetta er tað mær dámar so serliga væl við matbløðum - tey lýsa tað sum rørir seg í matheiminum beint nú. Í hesi greinini viðmæli eg nøkur av teimum bestu matbløðunum eg havi lisið
Haldaragrein
Mentan
Musikkstevnan 2022
Árliga Musikkstevnan verður, sum flestu árini frammanundan, aftur hildin í ár á dýrabiðidegi 13. mai. Hesa ferð verður hon hildin á Eiði
Mentan
Havnarkórið á konsertferð í Suðuroy Dýra biðidag
Dýra biðidag hevur Havnarkórið tvær konsertir í Suðuroy. Hin fyrra í Vágs kirkju klokkan 15 og síðan verður farið til Hvalbiar, har konsert verður í kirkjuni klokkan 17
Mentan
Eg eri Zlatan!
Næstseinasti filmur í Filmsfelagnum fyri summarsteðgin er spælifilmur um svensku fótbóltsstjørnuna
Mentan
Floksmannadagur: Mentanarútferð komandi 2. juli – aftur til røturnar
Sum so mong onnur her á landi gjørdist eg á ungum árum hugtikin av løgnu søguni um floksmenninar úti í Fugloy. Nøvnini Høgni Nev, Rógvi Skel, Hálvdan Úlvsson og Sjúrður við Kellingará eru reinur skaldskapur og lætt er at ímynda sær menninar við hesum miðaldarnøvnum

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?

Royn leitifunkuna