Ítróttur
Håkan: Vit gjørdu ov nógv mistøk
Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, viðgekk eftir dystin, at føroyski liðið gjørdi ov nógv mistøk. Hann helt eisini, at tað var torført at bróta smáspælið hjá kekkum, og tí sluppu kekkar eisini at stýra dystinum
Ítróttur
Skúlabørn í Olomouc: Vit vilja hava mál!
Tey nógvu skúlabørnini í kekkiska býnum Olomouc, ið vóru komin til landsdyst í kvøld millum Kekkia og Føroyar, fingu í posa og sekk, tí tey sóu eitt vælupplagt kekkiskt lið skora fleiri mál, og so fekk lokala hetjan eisini eitt reint hattrikk í sínum fyrsta altjóða dysti fyri Kekkia
Ítróttur
Føroyska liðið á hædd við stóru tjóðirnar
Magni Mohr, ið er kropsligur venjari hjá A-landsliðnum, letur sera væl at støðinum, sum føroysku spælararnir eru á, og at føroyska liðið í nógvum førum er fult á hædd við onnur evropeisk landslið, tá tað kemur til fysiska støði
Ítróttur
Føroyar fingið tveir góðkendar VAR dómarar
Føroyar hava fingið tveir góðkendar VAR dómarar, og tað er ikki óhugsandi, at í næstum vera boð eftir teimum til altjóða dystir har VAR verður brúkt
Ítróttur
Talvlandsliðið fær gullvenjara
Sáttmáli er gjørdur við eitt hitt størsta venjaranavnið í talvheiminum, Ivan Sokolov, sum nú verður knýttur at føroyska landsliðnum
Ítróttur, Uttanlands
Ronaldo: United hava svikið meg
Tann portugisiska heimsstjørnan Cristiano Ronaldo finst hvassliga at Manchester United í samrøðu við bretska journalistin Piers Morgan
Ítróttur
Fremstu deildirnar í fótbólti fara framvegis at eita Betri Deildin
Betri heldur fram sum høvuðsstuðul hjá meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum næstu trý árini. Hetta merkir, at næstu trý árini fara fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum framvegis at eita Betri Deildin
Ítróttur
Fifa noktar dønum at venja í venjingarblusum við boðaskapi um mannrættindi
Ætlanin var, at danska landsliðið við monnum skuldu venja í blusum, har orðini ”mannarættindi fyri øll" skuldu verða á, men hesum noktar Fifa
Ítróttur
HB og Víkingur vunnu flest heiðursmerki
Við ellivu heiðursmerkjum í part, vunnu HB og Víkingur flest medaljur í 2022. KÍ endaði samanlagt á 3. plássi við tilsamans tíggju heiðursmerkjum
Ítróttur
"Teir telva títt, teir telva dátt"
Soleiðis verður kvøðið í Skrímslu. Og um vikuskiftið verður telvað av øllum lívsins kreftum, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í bæði snartalvi og kviktalvi
Ítróttur
Hattrikk til Bjartalíð
Triðja mánaðin á rað er Jóannes Bjartalíð úr KÍ kosin til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum
Ítróttur
NSÍ-starvsnevndin harmast útsøgnina hjá landsliðsvenjaranum
Starvsnevndin hjá NSÍ tekur staðiliga frástøðu frá útsøgnini hjá landsliðsvenjaranum, har hann mælir Klæminti Andrasson Olsen til at skifta felag til komandi kappingarár
Ítróttur
Landsliðsvenjarin: – Vit trúgva upp á ein samanlagdan sigur
Føroyska landsliðið við kvinnum spælir seinna dystin í HM-undankappingini ímóti Kosovo í kvøld. Venjarin er bjartskygdur, hóast tær skulu taka trý mál inn fyri at røkka víðari luttøku
Ítróttur
Landsliðsplássið hjá Klæminti stendur upp á spæl
Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur givið Klæminti A. Olsen nakað at hugsa um
Ítróttur
Føroysku kvinnurnar eru greiðir favorittar
Eftir tveir venjingardystir ímóti Íslandi síðsta vikuskiftið, skulu føroysku kvinnurnar nú aftur í eldin, tá tær í kvøld møta Kosovo í fyrra HM-play-off dystunum av teimum
Ítróttur
Nations League verður nú eisini fyri kvinnur
Síðan skipað var fyri kappingini á fyrsta sinni í 2018, hevur Nations League bert verið fyri landsliðini hjá monnum, men nú sleppa kvinnurnar eisini uppí part
Ítróttur
Viljormur Davidsen takkar fyri seg í Helsingborg
Liðskiparin hjá Helsingborg og varaliðskiparin á føroyska landsliðnum, Viljormur Davidsen, er komin ásamt við svenska felag sítt, at hann fer úr felagnum eftir hetta kappingarárið
Ítróttur
Andrias avloysir KÍ-liðskiparan
Liðskiparin hjá føroyameistarunum, KÍ, hevur givið avboð til dystirnar móti Kekkia og Kosovo. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Andriasi Edmundsson
Ítróttur
Nógv nýggj andlit at síggja á landsliðnum
24 mans eru úttiknir til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo í november. Av teimum 24, so eru ikki færri enn sjey spælarar, ið ikki hava verið við A-landsliðnum áður
Ítróttur
Víkingur er steypavinnari 2022
Steypafinalan hjá monnum, millum KÍ og Víking, bleiv avgjørd í síðstu løtu.
Ítróttur
Føroyar taptu 23-28 fyri Íslandi í venjingardysti
Nógv gott spæl, og góðir málverjar vóru tað mest eyðsýnda í kvøldsins landsdysti á Skála. Venjarin er nøgdur við avrikið.
Ítróttur
KÍ vann steypafinaluna, og harvið greipuna
Áskoðararnir sum vóru komin til steypafinaluna hjá kvinnum fingu undirhald fyri pengarnar.
Ítróttur
Næstan 4.000 atgongumerki seld til í morgin
Sølan av atgongumerkjum til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum hevur gingið væl seinastu dagarnar
Ítróttur
Allan og Nicholas vunnu fyrsta evropa-dystin
Føroyingarnir í íslendska felagnum KA, úr Akureyri, vunnu fríggjakvøldið ársins fyrsta dysti í EHF European Cup kappingini. Ein føroyingur var serliga avgerðandi.

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?

Royn leitifunkuna