Heimatíðindi

Landsstýrismaðurin: Ein ítøkilig meting

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-20 07:50 Author image
Bryndis Hjartardóttir

- Tey, sum hava stovnað virkið, áðrenn 12. mars 2020, og sum hava eina fíggjarætlan av væntaðari inntøku fyri árið, kunnu fáa stuðul úr fyrsta hjálparpakkanum, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum. 

Dimma.fo skrivaði í gjár um, at sjálvstøðug vinnurekandi við ongari inntøku at vísa á, ikki vóru fevnd av koronastuðli. Landsstýrismaðurin sigur, at hesi kortini kunnu hava ein møguleika at fáa stuðul, eftir koronakunngerðini í ALS lógini. 

Les eisini Eingin hjálp at heinta

Sambært landsstýrismanninum, kunnu fyritøkur og fastar rakstrareindir, sum eru stovnaðar áðrenn koronaátøkini 12. mars í ár, verða fevndar av serligu koronakunngerðini. Treytin er, at ein fíggjarætlan við ætlaðum umsetningi, umframt væntaðum umsetningi, verður latin til ALS. Hetta kann verða ein hjálp til serliga tey, sum nú standa á berum, heldur landsstýrismaðurin. 

Onnur vinnurekandi, ið hava rokniskap frá árum frammanundan, skulu lata hann inn og tá verða inntøkurnar í farna árinum samanborðnar og umroknaðar, sigur hann. Í báðum førum er talan um eina ítøkiliga meting. 

- Vit royna, ikki at gloyma nakran. Tað verður hugt eftir hvat er givið, hvat tey hava mist, og í hesum føri, hvat tey høvdu roknað við at fáa og so ikki hava fingið, sigur Helgi Abrahamsen. 

Serliga koronastuðulin er í fyrstu atløgu í gildið til 30. juni í ár og landsstýrismaðurin ásannar, at hendan gildistíðin møguliga má eftirmetast. Tað eru serliga ringu útlitini fyri, at ferðavinnan kemur upp í fulla ferð aftur í ár. 

- Vit vita so lítið enn, men liva í vónini. Vit kunnu tíverri eisini vænta, at lítið og einki verður av ferðavinnu í ár, tí verður tað møguliga neyðugt at hyggja eftir støðuni og tá tíðin nærkast, taka støðu til um gildistíðin skal leingjast, sigur Helgi Abrahamsen. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður