Kjak

Yvirliva fyri at liva!

(Mynd: Finnur Justinussen)

(Mynd: Finnur Justinussen)

2020-04-03 18:33 Author image
Jógvan Fríðriksson

 

Undir sólini er einki nýtt, og tað, ið er, hevur verið. Tað verandi fjarar burtur eina tíð og kemur síðan aftur. Ein endurtøka av støðum og umstøðum, ið samstundis eru kendar og ókendar. Okkurt líkist søguligum fyribrigdum, annað er ein óloyst gáta.

Nú í føstuni 2020 kom nakað nýtt og ófrættakent inn yvir oyggjarnar. Tað nýggja er farsóttin Covid-19. Allur heimurin er í andaleypi, samstundis sum hann av trygdarávum er avbyrgdur. Vit byrgja okkum inni við vón um, at sóttin verður útistongd. Tað minnir um leiðreglurnar í flogferðsluni. Í kreppustøðu mega vit fyrst taka maskuna uppá, áðrenn vit hjálpa øðrum at anda.

Satt er tað, at mong altjóða rák eru í tí heimliga og síggjast jalig í lívsstíli og medferð. Eins sonn er metingin, at siðvenjan, ið er hjá okkum, onkursvegna kennist nærri og meira viðkomandi, inntil tað nýggja hevur fest røtur.

Hóast vit eru merkt av altjóða ráki og meldri og eru á netinum, kennist veruleikin í túninum nærri. Serliga, um rákið ber boð um vanda og neilig hjáárin. Tá vandi er á ferð, fara vit inn í okkum sjálv og hyggja útum gjøgnum smá brot í vegginum.

Gongdin frá øllum rundan um og inn í ein sjálvan er bæði sunn og ósunn. At taka ábyrgd av sær sjálvum er rætt og sunt fyri sinnisligu heilsuna. Vansin kann verða, at vit mæla í klingur um okkum sjálv, eg, meg og mítt. Vit, okkum og okkara.

Hinvegin er tað sinnisliga sunt, um vit tilvitað fara inn í okkum sjálv við tí endamáli, at vit skulu gagna fjøldini. Tað er gagnligt fyri einstaklingin og medmenniskjað, tá ið ferðin inneftir økir um útsýnið úteftir, út í nærumhvørvið og samfelagið.

 

Ábyrgd hins einstaka í Covid-19 tíðum

Samfelagið er ein samansett eind av menniskjum, bygdum og býum. Ein samansett eind hevur ymiskar avbjóðingar. Til tess at greiða úr hondum hesar avbjóðingar eru nøkur amboð, ið vit kunnu kalla landsins lógir og regluverk.

Fólkaræðið setir út í kortið, og tilveran í samfelagnum er skipað eftir einum leisti. Meginreglan er, at borgarar landsins eru javnbjóðis stillaðir. Javnvágin millum frælsið og avskorin rættindi er hárfín.

Møguleikin at tulka tilveruna og møguleikin at liva eru givin rættindi, sum mong okkara ynskja at varðveita. Okkum hóvar ikki at verða eygleidd av upptøkutólum fyri síðan at verða revsað fyri brot á onkra viðtøku.

Vit hava út frá ymiskum sjónarhorni roynt at flyta Føroyar fram á leið, har hin einstaki borgarin hevur frælsið at liva sítt egna lív við ábyrgd mótvegis øðrum og samfelagnum. Heimspeki, gudfrøði og vísindi hava borið okkum máliskuna, at hvørt einstakt menniskja er ábyrgdarhavandi blaðstjóri á sínum egna lívi.

Út frá einum samfelagsligum sjónarhorni er tað vert at finna fram til markið ímillum tað persónliga frælsið og tey almennu atlitini at samfelagnum. Tað kunnu verða umstøður, har tað persónliga frælsið traðkar á trygdina hjá fjøld av fólki og tess vegna ger seg inn á samfelagslig áhugamál. Frælsið við ábyrgd er setningurin, men hvar gongur markið?

Út frá einum persónligum sjónarhorni er ynskiligt, at frælsið er óavmarkað treytað av, at vit sum borgarar duga okkum hógv og hugsa um onnur. Undir vanligum umstøðum fara vit langt við hugsanini og siga, at um vit ikki skaða onnur likamliga ella sálarliga er frælsið óavmarkað. Henda tulkingin hevur virkað rímiliga væl.

Men undir serligum umstøðum eru øll viðurskifti serlig. Tess vegna mega kend hugtøk vendast og endavendast av nýggjum. Gamlar tulkingar av hugtakinum frælsi mega endurskoðast og dagførast.

Tað kann væl hugsast, at treytaleyst frælsi eftir gamlari fatan og tulking kann skapa eina støðu í nútíðini, at tað frælsa samfelagið, ið vit ynskja, verður til eitt samfelag, har eingir ágóðar eru av hugtakinum frælsi. Eitt hugtak skal hava eitt veruligt innihald, annars er tað virðisleyst ella dreymakend dagdvølja. Hugtakið frælsi kann verða ov dýrt goldið, hóast vit fegin gjalda ein høgan prís fyri eina frælsa tilveru.

 

Tað etiska kravið

Í gudfrøði umrøða vit mangan tað etiska kravið. Í stuttum mótsigandi orðingum kann verða sagt filosofiskt, at tað etiska kravið krevur, at tess boð eru óneyðug.

Gudfrøðingar taka útgangsstøðið í dupultum boði um kærleika, at vit skulu elska Guð og næstan, t.e. medmenniskju okkara kend sum fremmand.

Tað átti at ligið til okkum menniskju, at vit ikki einans eru sjálvsøkin og hugsa um okkum sjálv og okkara egna. Tá ið hetta ikki tykist vera veruleikin, verða vit møtt við boðunum í boðshátti, at vit skulu elska medmenniskju okkara kend sum fremmand.

Tað átti at ligið til okkum menniskju, at vit tilvitað tóku atlit at øðrum menniskjum og góvu umstøðum teirra gætur. Medvitið átti at verið víðkað, so at vit á ferðini inn í okkum sjálv sóu úteftir. Ferðin inneftir er einans gagnlig, um vit kunnu nýta tað, ið vit síggja, til at økja um vælveruna og tryggleikan hjá øðrum. Annars er tað sjálvgleði og smøl hugsan, ið sær seg sjálva sum upphav og endamál.

Tá ið tað, ið átti at verið, ikki er, kemur boðshátturin og setir kravið um at elska onnur og taka atlit at øðrum menniskjum, t.d. fólki í vandabólki, veikum og gomlum. Boðshátturin kemur einans, tí vælmeint áheitan í søguhátti ikki megnar at skapa veruleikan.

Tað etiska kravið krevur, at tess boð eru óneyðug.

 

Samanhald/nærleiki í frástøðu

Okkara oyggjaland er bundið saman. Júst sambandið millum ymsu bústaðirnar skapar livilíkindi hjá fólkinum. Samband og samanhald eru týdningarmiklir liðir í einum fólkaræðisliga skipaðum samfelag. Har hesir møguleikar ikki eru til staðar, síggja vit, at fólkið flytur til miðstaðin ella størri bygdir/býir.

Sum í samfelagsligum viðurskiftum, svá er í lívinum millum menniskju. At vera viðkomandi og á virðiligan hátt geva hvør øðrum gætur, tað eru kor og umstøður, ið skapa vælveru. Vit kalla tað relatiónir, tað at hava samband við onnur, familjuna, starvsfelagar ella felagsskapir.

Óttin fyri tí relatiónsleysa samfelagnum hevur hingið á almenna vegginum í langa tíð. Vegleiðing um skíggjan og tíðina við skermin hevur verið uppfatað sum ræðumynd. Mong okkara hugsaðu, at skíggin og tøknin gjørdu nakað neiligt við samveruna, tá vit likamliga vóru hjástødd við køksborðið ella í samskiftinum millum manna. Onkursvegna var nakað um óttan, tóktist mær.

Nú farsóttin ger um seg, eru júst skíggin og tøknin vorðin tey amboð, sum vit hálovað. Slagorðið “saman í frástøðu” gjørdist yvirskriftin og leiðreglan til samskifti millum manna. Tøknin er komin fyri at vera, eisini handan sjúku og farsótt. Einvíst at venda aftur til støðuna áðrenn Covid-19 má metast sum ein óverulig hugsan.

So skjótt tillaga vit sjónarmiðini, at vit í einum og sama mánað koma til eina nýggja niðurstøðu. Nú síggja vit møguleikan, har vit áður sóu forðingar. Nú er sjálv forðingin okkara einasti møguleiki. Sannleikin er altíð ein sannleiki í tíðini, bundin at kendum sum ókendum umstøðum.

Vit fegnast um samskifti á netinum í álvara og gaman. Fegnast um konsertir, andaktir og gudstænastur á netinum. Tað virkar væl, tykist mær. Fólk hava veruliga hugflog og evni at skapa nærleika, hóast frástøðu. Tað virkar væl, tí fólkið hevur fingið nakað dýrabart áðrenn Covid-19 og eigur tað í sær. Íborin dygd sæst aftur á skíggjanum.

Hóast hugtikin, verður staðfest, at tað eru ávísar orsøkir, sum gera, at tað virkar væl. Minnini, hugsanin og longsulin eftir veruligari likamligari samveru, har vit eru hjástødd í sama rúmi samstundis, ala fram skapandi lyndi í fólkinum. Umstøðurnar gera, at nýggi hátturin at vera saman í frástøðu er meira enn eitt plástur á sári. Undur verandi umstøðum er talan um ríkidømi.

Tøknin skapar valla einvíst møguleikan ella veruleikan. Tað eru royndirnar frá og týdningurin av likamligari nærveru, sum eru longsulin, ið fær tøkniliga kyndilin at loga. Nærleikin í frástøðu er týdningarmikil undir núverandi umstøðum, har samfelagið er lukkað niður vegna farsóttina. Talan er um eina samanrenning ímillum heitar kenslur og tøkni. Og júst nýggi veruleikin eru umstøðurnar á páskum í 21. øld.

 

Kristus á netinum um páskirnar

Setningurin er løgin, at Kristus er á netinum. Rættari er óivað at siga, at boðskapurin um hin upprisna Jesus Krist í ár í almenna rúminum burturav verður boðaður á netinum. Gudstænastur og møti verða luftborin, meðan kirkjur og samkomuhús bíða eftir lýggjari veðri við heilsu og bata.

Kvinnur og menn fara at bera boðskapin, at ljósið vinnur á myrkrinum, at friðurin vinnur á óttanum, at gleðin vinnur á sorgini.

Føstan ber okkum myrkar litir. Júst hesir litirnir eru í dag partur av veruleikanum í eini alheims farsótt. Á Jesu døgum, í miðøldini og í nýggjari tíð hevur mangan staðið á. Støðan er av ymiskum orsøkum alt annað enn góð mangastaðni í heimunum, har fólk líða hungur og hall vegna náttúruvanlukkur ella óhepnar og skilaleysar politiskar avgerðir, ið ikki virða mannarættindini.

Deyði Jesu Krists, tá hann vanvirðisliga varð krossfestur, er ein samhaldsfastur deyði. Jesus livdi undir somu korum sum samtíðarfólk hansara, ikki háborin ella settur høgt. At hann varð krossfestur millum tveir brotsmenn ger støðuna jaliga við atliti at møguleikum okkara. Jesus var viðkomandi og fevndi øll undir sínum veingjabreiði.

Jesus á netinum um páskirnar fer at lívga trúnna í hjartanum. Páskamorgun gevur føði fyri likam og sál, tí deyði Jesus Krists er uppreisn okkara. Vit eru sátt við Guð, tá Kristus á netinum tekur búgv í hjørtum várum.

Men eitt verður óbroytt. Merkið verður vundið í húnarhátt. Um alt landið verður hátíðarhildið, at Kristus livir, og við honum liva vit nú og um ævir.

Páskir við flaggstongina undir vøkrum Merki. Í sofuni sita vit við andakt framman skíggjan og syngja gamlar kendar sálmar.

Guð troysti tey sjúku og tey, ið eru nívd av angist og ótta. Guð veiti teimum syrgjandi frið og troyst.

Tað verður heimligt, sjálvt um páskirnar fyrst og fremst verða á netinum, tí frelsarin er í hjartanum. Tað hevur alstóran týdning.

Gleðiligar páskir!

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður