Yvir 300.000 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn

Yvir 300.000 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn

2017-11-07 13:32 Author image
Innsent

Fyri fyrstuferð nakrantíð er samlaða ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn yvir 300.000. Higartil í ár eru 300.469 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein vøkstur uppá heili 17% ella 43,620 ferðafólk í mun til somu tíð síðsta ár. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at samlaða ferðafólkatalið fyri alt árið í fjør var 292.393

Síðani apríl hevur stórur vøkstur verið hvønn mánaða, og í oktober komu og fóru 29,405 ferðafólk umvegis Vága Floghavn ella ein vøkstur á 24,3%

Alsamt fleiri útlendsk ferðafólk
Vísandi til kanningar av ferðafólkum sum verða gjørdar á flogvøllinum, so vísa hesar kanningarnar í ár, at alsamt fleiri útlendsk ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin í Vágum, og hesi eru sostatt eisini við til at geva eitt munagott ískoyti til føroyska búskapin.

Kanning hjá Vága Floghavn í juli, vísti fyri fyrstuferð nakrantíð, at talið av útlendskum ferðafólkum, sum komu og fóru, var størri enn tað av føroyskum ferðafólkum. Tey flestu ferðafólkini komu úr Danmark, men ein vaksandi partur kemur frá øðrum londum enn Danmark. Eisini vísa tølini, at bara 50% av teimum sum ferðast til Danmarkar, skulu til Danmarkar, restin nýtir Danmark sum millumstøð fyri at koma víðari út í heim.  

“Tað er ikki nøkur loyna, at føroysk ferðavinna hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot í 2017. Fleiri góðar matstovur eru latnar upp, og gistingarhúsini, tey sum leiga út, útferðarveitarar, handlar og onnur sum arbeiða í tænastuvinnuni, lata væl at árinum higartil, og nógv bendir á at 2018, verður eitt enn betur ár. Okkum er komið fyri oyra, at tað til tíðir hevur verið ringt at fáa pláss á hotellum, og tí er tað gleðiligt at frætta tíðindir um, at tað verður arbeitt við at byggja út á onkrum hotelli”, sigur Jákup Sverri Kass, stóri á Vága Floghavn.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður