Heimatíðindi

Yoga gevur orku

(Hildur Eyðunsdóttir slær á gongina hjá Yogasetrinum. Mynd: Hergeir Staksberg)

(Hildur Eyðunsdóttir slær á gongina hjá Yogasetrinum. Mynd: Hergeir Staksberg)

2019-04-15 18:30 Author image
Hergeir Staksberg

Hvat er tað fyrsta tú hugsar, tá tú hoyrir orðið “Yoga”? Er tað grønt te og fimir veganarar?  Asiatiskur spiritualitetur? Ella hugsar tú kanska okkurt heilt triðja? Undir øllum umstøðum, so er yoga blivið ótrúliga populert í vesturheiminum seinastu árini. Og Føroyar eru onki undantak.  Fyri at blíva klókari upp á yoga, hava vit tosað við Hildur Eyðunsdóttir, sum er útbúgvin innan kundalini yoga og eigur og rekur Yogasetrið saman við Lis Helgadóttir

Sambært Hildur hava øll sløg av yoga sama endamál: At vekja ta orkuna í okkum, sum annars liggur í dvala. Vit hava øll hesa orkuna í okkum, og tá vit frígera orkuna, so føla vit okkum meir livandi. Vit verða meir tilvitaði og hugsa klárari av at gera yoga.

Tá eg spyrji, um Hildur kann geva okkum eitt dømi um, hvussu tað upplivist at blíva klárari í høvdinum, svarar hon: “ Tú má prøva tað. Tú verður noyddur at royna tað, tí tað er bara við at royna tað, at tú kann uppliva tað”. Tað er also bara við at royna yoga, at tú kann uppliva yoga.

[object Object]

(Kvinna, sum mediterar við turban á høvdinum. Mynd: Shutterstock.com)

Kundalini yoga sum terapi
Sambært Hildur hevur yoga eisini terapeutiskar eginleikar. Hetta er orsakað av, at alt sum vit uppliva verður lagrað í okkara kroppi og tí óbevísta. Og sambært Hildur er yoga perfekt til at loysa upp fyri øllum tí, sum vit hava lagrað upp gjøgnum tíðina.  

- Hóast eg ikki havi upplivað tað sjálv, so kemur tað fyri, at fólk byrja at gráta ella blíva rørd, tá tey byrja at ganga til yoga. Tey merkja, at okkurt hendur við teirra kroppi. Tey vita ikki, hvat tað er sum hendur, men tey merkja, at tað verður loyst upp fyri onkrum, sigur Hildur.

Hetta kann kanska ljóða eitt sindur fremmant fyri onkran, men sambært Hildur er yoga ikki nakað at vera bangin fyri. Tí hóast fólk ikki vita, hví tey blíva rørd ella byrja at gráta, so hevur tú altíð tamarhald á støðuni, og tú kann altíð velja at steðga. Og vanliga er tað eisini talan um eina positiva uppliving, har tað følist gott at loysa upp, hóast mann ikki veit rættiliga, hvat tað er.

- Munurin millum yoga og kanska sálarfrøði í hesum førinum er, at innan yoga skal tað bara út. Tað er ikki neyðugt at vita so øgiliga nógv um, hvat ella hví tað hendi. Tú skalt bara fáa tað út úr systeminum og koma víðari, har summi kunnu tosa og tosa um tey somu problemini í áravís, og enda við at hanga føst í fortíðini, sigur Hildur.

[object Object]

(Hildur í nýggju hølunum hjá Yogasetrinum. Mynd: Hergeir Staksberg)

Yoga og nervalagið
Um tú ert í einari støðu, sum er í so avbjóðandi bæði mentalt og kroppsliga, so hevur mann ymiskar meditatiónir innan yoga, sum eru gjørdar til at hjálpa í slíkum førum.

- Tá fer mann inn og aktiverar nervalagið. Tá nervalagið verður aktiverað, so verður tað eisini styrkt og reparerað. Mann ger eisini venjingar, sum venja ymiskar partar av heilanum. Og tá tað snýr seg um heilan, so er tað líka sum við vøddum, tí um tú ikki stimbrar ein ávísan part av heilanum, so minkar tann parturin, sigur Hildur.

Sambært Hildur, so verða allar kyknurnar í okkara kroppi endurnýggjaðar. Allar uttan tær í nervalagnum. Tær kyknurnar eru tær somu, sum vit hava gjøgnum alt lívið, meðan aðrar kyknur endurnýggjast innan 72 tímar.

- Hetta merkir, at nervalagið skal halda alt tað út, sum tað verður bumbarderað við til dagligt og gjøgnum eitt langt lív. Nervalagið skal eisini standa model til harðar tíðir og ymisk sjokk. Og akkurát tað at styrkja og reparera nervalagið er nakað, sum hevur nógv at siga innan kundalini yoga. Tú kann nevniliga styrkja og reparera nervalagið, men tú kann ikki endurnýggja tað, sigur Hildur.

Kroppurin og sinnið hanga saman
Sambært Hildur kann mann ikki loysa kroppin og sinnið frá hvørjum øðrum. Hetta er ein rættiliga grundleggjandi tanki við yoga í mun til kanska ítrott. Í ítrotti er tað í summum førum, at tú velir at venja antin kroppin ella høvdið, meðan kundalini yoga syrgir fyri at aktivera bæði kropp og høvd.

- Um tú ikki venur kroppin og bara mediterar, so kann tað verða torført at fáa góð úrslit, men tá tú bæði mediterar og brúkar kroppin, so verður tað munandi lættari at meditera. Mann kann siga, at kroppurin er eitt amboð, sum ger tað lættari at meditera, og so fært tú eisini betri heilsu av at brúka kroppin, sigur Hildur.

[object Object]

(Ein av rørslunum innan kundalini yoga. Mynd: Shutterstock)

Gamalt og modernað
Hóast yoga er blivið rættiliga modernað seinastu árini, so er yoga eitt elligamalt fyribrigdi.

- Mann hevur funnið gamlar tekstir og annað, sum vísa, at menniskju eisini gjørdu yoga fyri 5000 árum síðani. Men tað hava eisini verið tíðarskeið, har yoga hevur verið í tí dulda, tí fólk sum gera yoga eru ikki líka løtt at stýra og kontrollera. So tað hava verið fleiri valdsharrar, sum gjøgnum tíðina hava roynt at útrudda yoga, tí teir hava viljað havt vald á fólkinum. Hesa tíðina mátti mann sjálvur uppsøkja yoga, har lærarin deildi sína vitan við næmingin, sum so aftur deildi sína vitan við tað næsta liðið í ketuni, sigur Hildur.

Yoga hevur onki við átrúna at gera
Tá mann tosar um yoga, so hava fólk vanliga eisini eina meining um yoga. Á sosialum miðlum sum facebook hevur mann sæð okkurt kjak, har yoga hevur verið sett í samband við ein ávísan átrúna. Onkur meinar kanska, at yoga er ein hóttan móti teirra átrúnaði, men sambært Hildur er onki at vera bangin fyri.

- Nei, yoga hevur onki við átrúna at gera. Tú kann vera kristin, muslim, hindu ella ateist. Tað er heilt upp til tín sjálvs, men tá tað er sagt, so kann tað vera ein fyrimunur at trúgva uppá, at tað er okkurt, sum er hægri enn vit, sigur Hildur at enda.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður