Altjóða yogadagur hildin í Havn

2016-06-21 00:00 Author image
Dimma

Altjóða yogadagur er í dag, týsdagin 21. juni. Í hesum sambandi kunnu fólk royna yoga av ymsum slag. Tiltakið er ókeypis, men hava fólk hug at stuðla, fer peningurin í ár til Amnesty International.

Byrjað verður verður í Sandagerði, har morgun-yoga er á skránni, og aftaná verður havdypp. Byrjað verður klokkan 8.30, tá ið Marianna skipar fyri felags yoga, og síðan verður dyppað umleið klokkan 8.50.

Í Losjuni verður hildið fram klokkan 12 og úteftir. Skráin verður hendan:

Middags-Hathayoga við Lív kl. 12.00 - 13.00
Rajayoga við Heibrith kl. 16.30 - 17.30
Shaktiyoga við Marionnu kl. 17.45 - 18.15
Restorative yoga við Anniku kl. 18.30 - 19.15
Mindfulness meditatión við Biritu kl. 19.30 - 20.10

Fyriskipararnir siga, at øll kunnu vera við. Ver í klæðum, tú kann røra teg í. Um tú eigur eina yogamottu, so tak hana og eitt teppi við í Losjuna. Yogamotta verður ikki nýtt á Sandagerði.

Í REINSARÍNUM verður eisini tiltak frá klokkan 16-18.

Mariann Klein Ivansdóttir bjóðar vælkomin og fer at fortelja um Yoga & Vælveru.

Búi Egason Dam sigur nøkur orð um sínar royndir við yoga.
Jóhanna Andreasen, sum arbeiðir við kognitivari atferðarterapi, ACT og mindfulness, kemur at forklára um hvussu yoga kann ávirka sinnið og hvørjir fyrimunir eru við meditatión.
At enda kemur ein stutt upplegg frá Prav Satthi, ið eisini kemur at leiða øllum í einum yoga tíma.
Tiltakið í Reinsarínum kostar 100 krónur, men peningurin fer til Hjartafelagið.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður