Kjak

Ynskja Føroyar størri tilfeingisligt sjálvbjargni?

2020-06-19 17:00 Author image
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og ritstjóri

”No man is an island entire of itself,
Every man is a piece of the continent,
A part of the main.”

Soleiðis skrivaði enski yrkjarin John Donne (1572-1631) longu fyri 400 árum síðani. Eina øld seinni (1719) skrivaði enski rithøvundin Daniel Defoe kendu bókina Robinson Crusoe um ein mann, ið endar einsamallur á eini – at síggja til – oydnari oyggj.

Einki menniskja er ein oyggj – og eingin oyggj er ein heimur. Hóast vit mangan ímynda okkum, at Føroyar eru nærum sjálvbjargnar, so er hetta nærum so langt frá veruleikanum, sum nakað kann vera. Í eldri tíðum hava Føroyar verið munandi meiri isoleraðar og sjálvbjargnar, men í dag eru vit flættað inn í ”globalu bygdina” (Global Village) og eru nú minni sjálvbjargin, enn vit nakrantíð áður hava verið. Eisini er hvør einstaklingur nú minni sjálvbjargin enn nakrantíð, tí við arbeiðsbýtinum eru vit øll tengd av ”ekspertsystemum”, ið veita okkum vørur og tænastur, ið vit als ikki kunnu útvega sjálvi.

Vit hava lyndi til at hugsa sjálvbjargni út frá konventionellum búskaparligum hugtøkum. Lesur tú frágreiðingar frá Búskaparráðnum ella Landsbankanum, er fokus í størstan mun á fíggjarlig viðurskifti. Hava vit yvirskot á gjaldsjavnanum, halda vit okkum vera sjálvbjargin, meðan vit halda okkum vera minni sjálvbjargin, tá vit hava undirskot á gjaldsjavnanum. Eitt mát sum BTÚ roynir at gera upp støddina á búskapinum, eins og til ber at siga nakað um búskaparligar upp- og niðurgangstíðir, vakstrarískoyti v.m. Hendan áskoðan yvirsær tó, at peningaligu streymarnir til og frá Føroyum hava eitt materielt grundstøði.

Fíggjarligi parturin av búskapinum er støðugt í fokus, men materielli parturin av búskapinum verður sjáldan havdur á lofti; hann er bara har... Tað er ein sannroynd, at búskapurin bæði kann síggjast sum ein fíggjarlig gjøgnumstreyming, men eisini sum ein materiell gjøgnumstreyming (Material Flow). Føroyski búskapurin hevur bæði eitt materielt output (mest fiskavørur), men eisini eitt materielt input, ið fær samfelagið at mala runt.

Meðan fíggjarliga gjøgnumstreymingin sæst sum tøl í einum rokniarki, hevur materiella gjøgnumstreymingin umhvørvisligar avleiðingar, bæði sum slit, útlát og burturkast. Innan “økologiska økonomi” (sí modell) verður búskaparskipanin sæð sum ein partmongd av “biosferuni”. Búskaparskipanin tekur nýtt tilfeingi inn og letur brúkt tilfeingi út. Bæði útvegan av nýggjum tilfeingi og burturbeining av brúktum tilfeingi hava umhvørvislig skaðaárin, eins og sjálv framleiðslan í búskaparskipanini hevur skaðaárin við sær.

Jú størri materiell gjøgnumstreyming, tess størri skaðaárin! Og tess truplari verður hjá øðrum livandi verum at finna rúmd, tí menniskjan setir seg á alsamt størri part av tilfeinginum – tað veri seg í Føroyum ella kring allan heim.

Tørvur er tí á at minka materiellu gjøgnumstreymingina. Hetta er tó lættari sagt enn gjørt, tí tað helst skal gerast uttan at ofra búskaparliga vøksturin. Skulu vit minka um tilfeingisligu gjøgnumstreymingina, má tað antin merkja a) minni tilfeingisnýtslu ella b) størri endurnýtslu av tilfeingi. Svarið vil ivaleyst vera eitt sindur av báðum.

Føroyska vælferðin er innflutt
Hyggja vit kring um okkum, uppdaga vit rættiliga skjótt, at vit eru umgyrd av útlendskum tingum. Stólurin og borðið eru útlendsk, teldan og stereoanleggið eru útlendsk, trappan og vindeyguni eru útlendsk, tó at tey eru liðugt framleidd í Føroyum. Bilurin uttanfyri er útlendskur, ja sjálvt vegirnir eru bert partvíst gjørdir úr føroyskum tilfari. Eisini bygningarnir, vit búgva og arbeiða í, hava sum heild útlendskan uppruna. Maturin í køliskápinum og frystiboksini (ið forrestin eisini eru útlendsk) er í stóran mun framleiddur í útlondum, og fiskurin úr fiskavirkinum er framleiddur við grundstøði í útlendskum bátum við útlendskum brennievni. Sjálvt grindin er rikin í land við útlendskum bátum, útlendskum brennievni, dripin og skorin upp við útlendskum grindaknívum. Sjálvt tað mest siðbundna er í dag globaliserað...

Megnar nakar at finna ein einasta persón í Føroyum, ið til fulnar livir av lokalum tilfeingi, vil eg bjóða eina finningarløn upp á kr. 1.000. Vit finna neyvan ein hin einasta, ei heldur um vit leita í Hattarvík ella í Gásadali.

Í síðsta enda er nærum alt, ið vit byggja okkara vælferð á, meiri ella minni innflutt. Bert spjaddar leivdir av ektaðum føroyskum bygningum standa kring um í landinum: kanska okkurt laðað hoyggjhús við tekju úr rekaviði og flagtaki – bygt av forfedrum úr 19. øld, ið fingu alla orku frá føroyskum mati og gingu í klæðum evnað úr ull og skinni. Sjálvt gomlu bøgarðarnir eru avloystir av innfluttum stikum, eins og varðarnir eru avloystir av innfluttum GPS-tólum.

Veruleikin er, at siðbundna samfelagið er ikki til. Bert ersmáar leivdir finnast av tí. Tað mesta finst bert í gomlum søgum, songum og kvæðum. Vit kunnu sostatt ikki venda aftur til ein siðbundnan veruleika, har ”tú skalt eta tey epli, tú sjálv hevur velt” (kári p, Meirilutin ræður). Vit eru langt inni í modernitetinum/seinmodernitetinum, og mugu fyrihalda okkum til eitt samfelag við víðfevndnum arbeiðsbýti og sundurbýti av førleikum.

Hóast vit kunnu fantasera um einar tilfeingisliga sjálvbjargnar Føroyar, so er okkara tilvera treytað av útlendskum tilfeingi. Vøruinnflutningurin krevur valutainntøkur, antin gjøgnum útflutning (vørur og tænastur), lønarflytingar úr útlondum, ferðavinnu ella ríkisveiting. Allar hesar valutainntøkur eru onkursvegna dálkandi, líkamikið um framleiðslan fer fram í Føroyum, á veg til og frá Føroyum, ella um føroyingar fara til onnur lond at arbeiða. Sjálvt ríkisveitingin hevur ein umhvørvisligan kostnað, ið kann roknast sum ein einfaldur brøkur av samlaða danska umhvørviskostnaðinum.

Størri tilfeingisvinna slítur upp á umhvørvið
Javnan hoyrast politikarar, ið ynskja størri matvørusjálvbjargni. Hetta er ofta tengt at einum boðskapi um at ”keypa føroyskt”. Eins og víst varð á í omanfyrinevnda broti, er ”føroyskt” tó ikki so føroyskt, sum man heldur. Tað merkir vanliga bara, at seinastu liðirnir í framleiðsluketuni eru føroyskir. Alt gott um tað. Ivaleyst er gott hjá Føroyum at hava egna framleiðslu av mjólkarúrdráttum, serliga um vit koma í vørutrongstøðu vegna t.d. ein triðja heimsbardaga ella eina heimsumfatandi matvørukreppu.

Hetta er tó ein følsk trygd. Mjólkarframleiðslan í dag krevur stórar íløgur í fjós og maskinur av øllum møguligum slagi. Alt hetta kemur úr útlondum. Eisini kemur fittur partur av fóðrinum úr útlondum. Hóast føroyingar kunnu framleiða heilivág, sápu og onnur evni, koma rávørurnar og maskinurnar til alt hetta úr útlondum. Tá mjólkin skal viðgerast og pakkast, eru bygningar, rávørur og pakkitilfar eisini úr útlondum. Hóast plastvørur kunnu framleiðast í Føroyum, eru maskinur og rávørur til plastvirkið eisini úr útlondum.

Dapri sannleikin er, at vit kunnu lítið og einki gera uttan ein støðugan vøruinnflutning úr útlondum. Vit kunnu ikki so frægt sum framleiða okkara egnu landbúnaðarprodukt, eiheldur fiska okkara egna fisk uttan útlendsk hjálpitól og útlendskt brennievni. So mikið fyri ”føroyska framleiðslu”.

Harumframt má nevnast, at tað ikki er uttan avleiðingar at økja føroysku landbúnaðarframleiðsluna. Ímynda vit okkum, at vit tvífaldaðu nøgdina av landbúnaðarproduktum, so hevði tað kravt munandi størri lendisnýtslu, eins og verandi lendi hevði verið brúkt meiri intensivt. Hetta hevði gjørt inntriv í natúrlig liviøki hjá alskyns djórum, og hevði eisini lagt trýst á økosystemini í føroyskum firðum og áum. Vit kenna longu frá alivinnuni, hvussu hart firðir kunnu verða raktir av intensivari aling.

Romantiska fatanin av, at lokal framleiðsla er burðardygg, heldur ikki uttan víðari. Økt framleiðsla hevur ein umhvørvisligan kostnað, tó at hesin kostnaður kann bøtast, um arbeitt verður miðvíst við burðardygdini. Biogassverkið á Skarðshjalla er eitt dømi um eitt átak, ið fer at taka broddin av skaðavirknaðinum frá hav- og landbúnaðinum. Við størri og meiri intenstivum landbúnaði verður tó neyðugt við betri mannagongdum at handfara burturkast frá landbúnaðinum

Øking av føroyskari framleiðslu vigar tó ikki bara negativt í burðardyggu vágskálini. Meiri lokal framleiðsla merkir minni vøruflutning og harvið minni dálking. Umframt hetta eiga Føroyar eisini at hugsa um vørutrygd, soleiðis at vit ikki standa á berum, tann dagin vit eru avskorin frá umheiminum.

Føroyingar slíta umhvørvið í øðrum londum
”Man sær tað, man mátar og mátar tað, man sær”, plagi eg at ávara samfelagsfrøðinæmingar og samfelagsfrøðilærarar um. Hagtøl vísa ikki allan veruleikan, men ein útvaldan veruleika. Líkamikið hvussu stóran ómak vit gera okkum at seta spurningar, vilja teir geva nøkur avmarkað svar. Okkurt vil støðugt fella uttanfyri, og tí er neyðugt at seta nóg nógvar grundaðar spurningar, soleiðis at ein rættiliga stórur partur av ”feltinum” verður avdúkaður.

Sum nevnt fyrr í greinini er ein vanligur feilur, at fokus í størstan mun er á fíggjarligu aspektini av búskapinum, meðan materiellu aspektini – og serliga umhvørvisligu aspektini – verða hildin uttanfyri líkningina.

Tíverri strekkir tíð og tilfeingi sjáldan til slíka djúptøkna gransking, og tí er lættari at fara eftir teimum tølum, ið eru til taks, t.d. frá Hagstovuni, Landsbankanum, Búskaparráðnum o.s.fr. Tó eru ávís tøl at finna hjá Umhvørvisstovuni um dálking av ymiskum slagi, m.a. CO2-útlát. Hesi tøl líða tó eisini undir teirra roknskaparligu uppgerð. CO2-útlát tekur einans støði í tí framleiðslu, ið fer fram innlendis í Føroyum. Har eru minst tríggir risastórir metodiskir trupulleikar:

1) Atlit verða ikki tikin at skipum og flogførum, sum í stóran mun bunkra í øðrum londum. Tó eru øll før, ið flyta persónar til og frá Føroyum ein avgerandi partur av føroyska CO2-útlátinum, líkamikið hvar brennievnið verður keypt. (Globala upphitingin spyr ikki eftir hvør CO2-syndarin er.)

2) Atlit verða ikki tikin at útlendskum skipum og flogførum, ið koma til Føroyar og sostatt eru ein beinleiðis partur av føroysku ferðavinnuni. Tá veruliga umhvørvisslitið av ferðavinnuni skal roknast, er neyðugt at taka allar ferðahættir við – føroyskar sum útlendskar, almennar sum privatar. (Eitt týskt cruise-skip er liður í eini føroyskar framleiðsluketu, um leiðin gongur til Føroyar.)

3) Atlit verða ikki tikin at framleiðsluketunum í útlondum, ið hava skapt tær vørur, ið føroyingar brúka antin til forbrúk ella sum hjálpartól og hjálparevni í framleiðslu. Føroyska framleiðslan kann ikki rekast uttan áhaldandi innflutning av t.d. akførum, brennievni, eykalutum o.s.fr. Óbeinleiðis kann føroyska framleiðslan heldur ikki rekast uttan bústaðir, mat, klæði o.s.fr. til arbeiðsmegina hjá føroyska vinnulívinum. (Í síðsta enda hevur fegni føroyski eigarin av eini spildurnýggjari fartelefon eisini medábyrgd av umhvørvisoyðing í Zambia.)

(Her verður sjálvandi tosað um bruttodálking hjá føroyska búskapinum. Skulu uppgerðir gerast fyri heimspartar ella heimin sum heild, skulu nettotølini roknast og teljast saman, soleiðis at tølini ikki verða dupultbókað.)

Øll hesi omanfyrinevndu viðurskifti eru beinleiðis ella óbeinleiðis við til at reka føroyska búskapin. Einhvør búskaparligur aktivitetur hevur eitt materielt grundstøði. Sjálvt hin (at síggja til) mest ”immateriella” tænastuveitingin krevur, at tænastuveitarin fær sínar grundleggjandi tørvir uppfyltar. Virðisketan (og harvið dálkingarketan) hjá týska ferðamanninum, ið ein fagran summardag stendur á Eystfelli, er sera long. Hann hevur kanska ferðast við toki úr Dortmund til Hamburg, síðani við øðrum toki og tokferju úr Hamburg til Keypmannahavn, ligið nátt á hotelli við Nørreport, síðani farin vit metro út til Kastrup og víðari við flogfari til Vágar. Síðani við bussi til Hotel Tórshavn, har hann hevur yvirnáttað. Dagin eftir við bussi til Klaksvíkar, einum øðrum bussi til Hvannasunds – og við Rituni til Hattarvíkar. Síðani skal hann endurtaka alla virðis-/dálkingarketuna enn einaferð – í umvendari raðfylgju... Alt hetta – og mangt afturat – eru umhvørviskostnaðir fyri, at týskarin sleppur at njóta vakra útsýnið í Fugloynni. “Frítt er Eystfelli frá at fara...”  

Vanlig búskaparmát taka ikki atlit at hesum. Á búskaparmáli verður sagt, at skaðavirknaðirnir verða “eksternaliseraðir”. Vilja vit burðardygd, mugu skaðavirknaðirnir hinvegin “internaliserast”. Eitt klassiskt dømi um internalisering av dálking er fløskupantskipanin. Hendan skipan merkir, at bæði framleiðari, seljari og brúkari hava ábyrgd av at endurbrúka fløskurnar. Hendan skipan átti í grundini at verið víðkað til at fevna um øll møgulig onnur sløg av pakkitilfari – t.d. mjólkarpakkar, kjøtbakkar, konserves og mangt annað. Internalisering skapar ein eykakostnað, men afturfyri fáa vit minni burturkast og minni CO2-útlát.

Endurbrúk og endurvinning hava alstóran týdning
Vit borgarar hava tó eisini møguleika at økja og minka okkara materiella forbrúk. Vit kunnu gerast “politiskir brúkarar”. Í síðsta enda er tað avgerandi, at vit brúka ting longri, at vit umvæla ting, heldur enn at tveita tey burtur og at vit lata okkara rusk til endurnýtslu. Neyðugt er at síggja rusk sum eitt tilfeingi heldur enn sum nakað, ið bert skal burturbeinast. Sumt kann endurvinnast, annað kann umskapast til orku. Hetta er bæði ein hugburðsligur og ein tøkniligur spurningur. Avgerandi er, at vit fáa sum mesta ”nyttu” burtur úr tí tilfeingi, ið vit taka úr natúruni. Jú meiri nyttu vit kunnu fáa burtur úr hvørjum einstøkum tonsi av jarni, kopari, olju, bummull, sandi o.s.fr., tess minni nýtast vit at taka frá natúruni.

Eg vil enda hesa tíðargrein við enn einum modelli, ið verður nógv brúkt innan ”grønan búskap”. Vanliga síggja vit búskapin sum eina linju við hesum teinum: 1) Tilfeingi, 2) Framleiðsla, 3) Forbrúk, 4) Burturkast. Í einum sonevndum ”ringrásbúskapi” (Circular Economy) er ynskiligt fyrst og fremst at minka um burturkastið, soleiðis at tað heldur verður endurbrúkt ella endurvunnið. Hetta vil síðani merkja, at vit eisini kunnu minka um tilfeingisnýtsluna.

Fyrsta treyt fyri, at Føroyar kunnu økja sítt tilfeingisliga sjálvbjargni er, at vit sleppa ”Koyr á vestfallið!”-tankagongdini, men taka ábyrgd fyri okkara tilfeingisnýtslu. Í síðsta enda eiga endurbrúk og endurvinning at gerast týðandi vinnugreinar í samfelagnum, ið við tíðini kunnu skapa nógv arbeiðspláss. Føroyar kunnu ikki endurvinna alt, men nógv kundu vit saktans gjørt.

Føroyar liva av at framleiða matvørur til umheimin, so vit kunnu ikki sleppa undan eini stórari tilfeingisframleiðslu í bræði, eiheldur stóra vøruflutninginum til og frá Føroyum. Um hendan framleiðsla er burðardygg og flutningurin relativt orkusparandi, eiga vit tó ikki at hava alt ov svarta samvitsku um hetta, tí í síðsta enda má tilfeingið fáast til vega onkrastaðni í heiminum. Prinsipielt er tað líkamikið í hvørjum londum fiskurin verður veiddur, aldur ella góðskaður, tó at flutningurin helst skal minimerast. Fyri okkum, ið búgva her í Føroyum, er tó avgerandi, at okkara tilfeingisframleiðsla ikki slítir ov nógv upp á okkara umhvørvi – bæði við atliti til biologiska fjølbroytnið, men eisini við atliti til okkara egnu njóting av natúruni – okkara ”dýrdarvirði” (herligheitsvirði).

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður