Heimatíðindi

WWII-veteranurin Harry Wilson fyllir 100 ár í dag

2018-09-19 15:02 Author image
Ingi Samuelsen

Nógvir føroyingar kenna fyrrverandi bretska hermannin Harry Wilson, kendur fyri sítt lætta lyndi og fyri at hava vitjað oftani í Føroyum síðan kríggið.

Í 2015 gjørdi Kringvarp Føroya eitt innslag um Harry, sum tá var á síni, helst, seinastu ferð í Føroyum.

Innslagið sæst her

Harry varð í 1943 sendur til Føroya, sum sambært honum gjørdist eitt satt friðstað eftir at hava upplivað krígsræðuleikarnar í Fraklandi í byrjanini av øðrum heimsbardaga. Í samrøðuni við KvF greiðir hann frá, hvussu hann móti endanum av krígnum fann føroysku Hannu, sum gjørdist besta kona, hann kundi ynskja sær.


Ungdómsmynd. Føroyska Hanna og bretski hermaðurin, Harry (Privat mynd)

Hanna, sum var av Apol-ættini, doyði í 2010. Tey fluttu til Onglands eftir kríggið har tey settu búgv. Eitt skifti búðu tey á á Isle of Man.

Í dag fyllir Harry 100 ár, og dagurin verður hildin fyri innbodnum við ’afternoon tea’ í lokala mentanardeplinum í Hull, Anlaby Park Community Library. Roknað verður við, at lokala umboðið í Undirhúsinum og borgarstjórin í Hull koma framvið.

Eisini eru vinir úr samkonuni í donsku sjómanskirkjuni í Hull boðin við, framgongur á heimasíðuni hjá kirkjuni https://www.danchurchhull.co.uk/. Sjómanskirkjan kallar Harry ein trúfastan gest bæði til gerandis og heilagt, ið hevur ríka løturnar við sínum lætta lyndi og stuttligu søgum.

Leygardagin er so ætlanin at halda ein privatan føðingardagin fyri familju og vinum, upplýsir sonurin, Louis Apol Wilson.

Harry Wilson hevur nógvar kenningar og vinir í Føroyum. Tey, ið ynskja, kunnu senda honum føðingardagsheilsan við telduposti: harrywilson1918@googlemail.com


Harry Wilson og sonurin Louis Apol Wilson (Privat mynd)

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður