Heimatíðindi

Westward Ho til Íslands í summar

2020-06-24 07:52 Author image
Bryndis Hjartardóttir

27. juni leggur Westward Ho leiðina móti Siglufjørð á Norðurlandinum, sum í 40’unum til upp í 60’unum var miðdepil fyri sildafiskiskapin á Norðurlandinum. Við á túrinum verða tveir sjómenn, sum hava fiskað við slupp undir Íslandi í 1960’unum, skriva fyriskipararnir.

Stjórin fyri Sildasavnið stendur fyri móttøku, og í felag hava Sildasavnið og Westward Ho gjørt eina skrá fyri vitjanina. Ætlan er at hava opið skip, so fólk á staðnum fáa høvi at sleppa umborð at síggja tær umstøðurnar, sum manningar livdu og arbeiddu undir, tá ið skipini vóru til fiskiskap undir Íslandi. Eisini fara nakrir barnagarðsflokkar umborð á Westward Ho. Eisini fer KIWANIS í Siglufirði at hava eina lítla samkomu fyri manningina.

Av Siglifjørðinum verður lagt inn á Norðfjørðin, áðrenn kósin verður sett móti Føroyum. Verða líkindi, verður lagt inn Grímsey.

Vitanin í Íslandi um føroysku sluppirnar, sum fiskaðu undir har verður, sum frá líður, kámari. Við støði í sluppini er ætlanin at vísa, hvussu føroyska samfelagið hevur megnað upp á 150 ár at ment seg frá einum tilafturskomnum bóndasamfelagi til eitt nútímans samfelag. Fiskurin er framvegis tað mest týðandi búskaparliga beinið, føroyska samfelagið stendur á, men samfelagið hevur ment seg til í dag at vera eitt sera áhugavert ferðamannaland, sum m.a. kann bjóða framúrskarandi gastronomiskar og tónlistaligar upplivingar í sermerktum umhvørvi, siga fyriskipararnir

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður