Heimatíðindi

WeRTours: Geva teimum eldru upplivingar

2020-05-28 07:50 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað verður ikki bara talan um ferðavinna við frástøðu, tá WeRTours kemur upp at koyra.

Ein málbólkur, sum vanliga ikki ferðast so nógv út í náttúruni, ella sum kanska ikki er so mobilur í heila tikið, er bólkurin av eldri fólki, sum antin búgva heima ella sum eru farin á ellisheim.

Sambært Morten Kronborg Jacobsen kann hesin bólkurin av fólki hava gagn av teimum tænastunum, sum WeRTours fara at bjóða út.

- Tey allarflestu av teimum eldru hava, av nógvum ymiskum orsøkum, ikki møguleikan at fara út at uppliva náttúruna, og tá er henda tænasta, sum vit eru í ferð við at byggja upp, gerast eitt gott alternativ, sigur Morten Kronborg Jacobsen.

Og sambært honum verður tað ein tænasta, sum fyritøkan fer at bjóða.

Fleiri í senn

Men, hvussu ímyndar hann sær, at tey gomlu, sum ikki eru so von við nýggja tøkni, klára at “ferðast” runt í tykisheiminum, har tey, í blindum, skulu brúka eina mús at peika við?

- Um tey fóru hvør sær, so kundi tað lætt blivið ein trupulleiki. Men tey fara ikki hvør sær. Tey fara nøkur saman og so er eitt starvsfólk, sum umvegis iPad stýrir tí, sum skal stýrast, greiðir Morten Kronborg Jacobsen frá.

Men hvat er tað so, sum tey sleppa at síggja?

- Tað, sum tey velja at síggja. Einasta fortreytin er, at tey hava VR-brillur, sum brúkararnir kunnu fara í. Hvussu nógv fara, gera tey í grundini av sjálvi, tí tey kunnu fara einsamøll, um tey eru før fyri tí, tey kunnu fara fýra í senn og tey kunnu fara upp í 10 til 15 í senn, sigur Morten Kronborg Jacobsen.

Tað, sum hetta snýr seg um er ikki bara at hugsa um ferðavinnu uttanlands, men eisini innanlands, har fólk, sum ikki hava so góðar møguleikar, kunnu sleppa at uppliva náttúruna, leggur hann afturat.

[object Object]

- Kanningar, sum amerikanska fyritøkan Rendever hevur gjørt vísa, at trivnaðurin millum tey eldru batnar, um tey sleppa at royna ymiskt, millum annað hetta, sigur Morten Kronborg Jacobsen (Mynd: Sveinur Tróndarson)

 

Trivnaðurin batnar

Í uppbyggingarfasuni hava fólkini aftanfyri WeRTours kannað marknaðin fyri at síggja, um tað eru aðrar fyritøkur, ið gera tað, sum tey ætla sær at gera.

- Tað er tað ikki. Vit hava onga fyritøku funnið, sum ger tað sama, sum vit ætla okkum at gera, og tí ræður tað um hjá okkum, at fáa hetta upp at koyra, og so væl, at vit gerast førandi á økinum, sigur Morten Kronborg Jacobsen.

Á rundferðini á netinum duttu tey yvir amerikonsku fyritøkuna, Rendever.com, sum hevur spesialiserað seg í at veita “tykistænastur”, um vit kunnu kalla tað so, til eldri borgarar.

- Amerikanska fyritøkan selur upplivingar til eldri borgarar, so tey sleppa at uppliva nakað nýtt og enduruppliva ymiskt, sum tey kenna frá gamlari tíð, og tað, sum tey hava funnið útav er, at trivnaðurin millum tey eldru batnar munandi. Rendever sigur, at eldri fólk ofta kenna seg innibyrgd á stovni, og summi fáa tunglyndi. Kanningin hjá amerikonsku fyritøkuni vísir, at tá  hjálpir tað at aktivera fólkini við tiltøkum sum hesum, sigur Morten Kronborg Jacobsen.

Byrja við teimum eldru

Fyri stovnararnar av WeRTours er hetta ein góður møguleiki, fyri at royna tænasturnar, og tað verður eisini tað tey fara at gera.

- Vit fara at bjóða okkara tænastu út til heim og stovnar, har fólk eru, sum vanliga ikki uppliva so nógv, og sum ikki hava møguleika at fara út í náttúruna. So kunnu tey á henda hátt fáa part í tí, sum øll onnur gleða seg so nógv til, sigur Morten Kronborg Jacobsen.

Jú, tað er ferðavinna, men ein øðrvísi ferðavinna enn tað, sum vit vanliga plaga at tosa um.

- Vit hava ofta lyndi til at hugsa út um landoddarnar, tá vit tosa um ferðavinnu, og alt gott um tað. Men vit hava eisini fólk her, sum kunnu fáa gleði og gagn av tí, sum vit kunnu bjóða, so hví ikki geva teimum møguleikan, sigur Morten Kronborg Jacobsen.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður