Vunnu fyri Heðin Askham

Vunnu fyri Heðin Askham

2017-06-09 14:34 Author image
Símun Christian Olsen

– Á mínum arbeiðsplássi reypi eg ofta við, at eg havi ótrúliga góð hagtøl í landsliðsfótbólti. Tað er ein góður ísbrótari, tá eg komi nýggj støð. Tað sigur Gudmund Nielsen, sum er ein av teimum fáu, ið bert hevur roynt at vunnið við føroyska fótbóltslandsliðnum.

Gudmund kom brestandi inn á føroyska fótbóltspallin í 2007. Eftir at hava spælt í lægru deildunum í nøkur ár, fór skopuningurin heim aftur til B71 og varð partur av spennandi liðnum, ið Eli Hentze varðaði av. Árið eftir fluttu sandoyingarnir niður, og EB/Streymur var eitt av feløgunum, ið ynskti sær skjóta vongin á liðið.

– Eg var eitt óskrivað blað, og brádliga fingu vit umtalu í B71. Tað gekk sera væl, og tilboð komu frá bestu liðunum í deildini, og tað kundi eg ikki siga nei til, sigur Gudmund Nielsen, ið frá 2009 spældi í bláum og svørtum. Tá Jógvan Martin Olsen legði frá sær sum føroyskur landsliðsvenjari, varð Heðin Askham, ið hevði verið U21-landsliðsvenjari, biðin um at taka sær av liðnum til venjingardyst, ið skuldi spælast í Íslandi í apríl í 2009. Gudmund Nielsen, sum tá var 21 ára gamal, hevði verið partur av U21-landsliðnum hjá Heðini og Bill McLeod Jacobsen, og saman við fleiri javnaldrum fekk hann boð um at koma til Íslands. Heðin fekk ákoyringar fyri úttøkuna, og fleiri mettu, at hann gjørdi ov stórar broytingar.

– Eg var bilsin, men Heðin skuldi vísa sítt virði, og hann valdi at geva fleiri yngri spælarum kjansin, minnist Gudmund.

– Eg minnist, at vit, ið komu frá U21-liðnum, settu okkum fyri, at vit skuldu geva tað vit kundu fyri venjaran, nú hann hevði víst okkum so stórt álit, leggur hann afturat.

Tað eydnaðist, tí Føroyar vunnu 2-1, og fingu sín fyrsta sigur nakrantíð á Íslandi við fleiri spælarum, sum komu at mynda landsliðið í nógv ár framyvir og gera tað enn.

Gudmund gjørdist kortini ikki ein av hesum. Hóast skopuningurin spældi ein stóran leiklut á silvurvinnandi EB/Streymsliðnum í 2010, sendi nýggi landsliðsvenjarin, Brian Kerr, ongantíð boð eftir honum. Sterki vongurin hevði altíð vitað, at fótbóltsleiðin ikki fór at vara leingi, og tíðliga í 2011 flutti hann til Noregs at arbeiða og síðan til Danmarkar, har hann byrjaði at lesa.

– Eg vildi fegin hildið fram í EB/Streymi, men eg stóð við eitt vegamót og mátti finna útav, hvat eg vildi, sigur Gudmund, sum kortini kom aftur á sumri sama ár fyri at hjálpa B71, sum aftur var í bestu deildini. Hann spældi eisini fótbólt í Danmark við Dalum, men bólturin varð ikki raðfestur hægst longur.

– Tað er einki at dylja yvir, at tað var ein stuttlig tíð, og eg hevði kunnað givið føroyskum fótbólti meir, viðgongur Gudmund.

– Eg sakni ta tíðina, men líka skjótt sum fótbóltsleiðin byrjaði, líka skjótt endaði hon eisini.

 

---

 

Um Jónas Tór Næs kemur á vøllin í kvøld, tá Føroyar taka ímóti Sveis á Tórsvølli, fær støðugi bakkurin sín dyst nummar 50 við Merkinum á bringuni, og verður samstundis bert tólvti spælarin í føroysku landsliðssøguni, ið røkkur hesum dystartalinum. Tað eru hesir, ið vit oftast hoyra um og minnast. Spælarar sum Fróði Benjaminsen og Óli Jóhannesen, sum ferð eftir ferð hava bjóðað teimum stóru av.
Tað finnast kortini aðrir. Teir eru ikki so fáir, ið bert fingu ein dyst fyri Føroyar, og hvurvu aftur úr landsliðssøguni líka skjótt sum teir komu. Teirra søgur eru eisini verdar at fortelja, tí tær eru bæði áhugaverdar og stuttligar. Vit hava hitt nakrar av teimum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður