Heimatíðindi

Volvo afturkallar nýggjar bilar

Gott 40-50 bilar skulu afturkallast í Føroyum Mynd: Volvo

Gott 40-50 bilar skulu afturkallast í Føroyum Mynd: Volvo

2020-03-19 13:29 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Volvoverksmiðjan hevur boðað frá, at bilar framleiddir í 2019 til nú, hava ein software feil í sjálvvirkandi neyðbremsuskipanini á øllum modellunum. Tí kallar Volvo bilarnar aftur fyri at rætta uppá feilin. 

Talan er um nógvar bilar. Volvo hevur afturkallað tilsamans 736.430 bilar um allan heimin. 

Tað er ivasamt hvussu nógvir bilar skulu afturkallast í Føroyum, tí fleiri hava longu verið á verkstað og rætta feilin, men talan er væntandi um eini 40-50 bilar afturat, siga tey á P/f Wenzel, sum selur og umboðar Volvo í Føroyum.

Tilsamans 148 Volvo persónsbilar eru seldir í tíðarskeiðinum 2019 til nú, sambært hagtølunum frá Akstovuni. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður