Vivino vinnur fram um allan heim

2016-05-17 08:11 Author image
Dimma

Eitt ár fyrr enn væntað, roknar Vivino at hava nátt "break even" longu við árslok í ár. Settar vóru 170 milliónir krónur í Vivino fyrr í ár.

Tað skrivar Berlingske Business.

Føroyski íverksetarin Heini Zachariassen stovnaði Vivino, ið byrjaði sum ein app til snildfonir. Búmerkið á einari vínfløsku verður skannað, og so ber til at lesa, hvat onnur halda um júst hetta vínið.

Síðan er Vivino ment til heimsins størsta vínfelagsskap, og síðan fjørsummar hevur borið til at keypa vín beinleiðis gjøgnum appina.

Heini Zachariassen sigur við Berlingske, at ætlanin er at gera Vivino til heimsins størsta vínmarknað, har til ber at keypa vín beinleiðis av appini um allan heimin. Hóast Vivino selur vín, so hevur felagið ongantíð eina vínfløsku um hendi. Tað taka onnur sær av.

Langlesnaður um Heina Zachariassen kann lesast her

Les meira um Vivino og Heina Zachariassen á Berlingske Business her.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður