Bert heilt fá keypa føroyskar e-bøkur

2016-06-08 16:00 Author image
Dimma

Avgjørt er at niðurleggja pallin Vitra, sum var ætlaður til føroyskar e-bøkur. Orsøkin er, at eingin keypir e-bøkur kortini, og tí loysir tað seg ikki at halda pallin koyrandi.

Vitra varð gjørdur sum ein pallur, har øll tey føroysku forløgini kundu leggja sínar e-bøkur inn til fólk at keypa. Leingi hevur verið tosað um, at e-bókin fór at avloysa pappírsbókina, men tað bendir einki á enn.

Einans 300 e-bøkur eru seldar í Føroyum síðan 2012, tá ið Vitra varð sett á stovn, upplýsir Sonja Kjølbro frá Sprotanum, ið hevur tikið sær av Vitra. Tað er ikki nóg mikið til, at tað loysir seg at halda fram við pallinum. e-bókin er ein talgild útgáva av pappirsbókini, sum ger tað høgligt at lesa bókina í teldlinum ella fartelefonini.

Áhugin hevur víst seg at vera ógvuliga lítil, ikki bara hjá keyparum men eisini hinum forløgunum. Nú, tá ið Vitra varð niðurlagt, vóru eini 10 forløg inni, men tað var bara Sprotin, sum javnan legði bøkur inn.

- Hugskotið var, at ikki bara bøkur frá Sprotanum skuldu liggja í Vitra, men allar e-bøkur í Føroyum, men tað vísti seg, at tað var bara Sprotin, sum gjørdi nakað við tað, og so kunnu vit eins væl taka okkum av tí sjálv, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum.

Sprotin ger mest sum allar sínar pappírsbøkur til e-bøkur eisini, og forlagið selur eisini hesar á sínari heimasíðu, og tí var eingin orsøk at halda Vitra-pallinum uppi, nú áhugin var so lítil.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður