Heimatíðindi

Vit eru við frá byrjan til enda

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-26 09:12 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Tá løgmaður 12. mars bað Føroyar um at fara niður í ferð, bar hann ikki einsamallur boðskapin út til Føroya fólk. Við liðina stóð tulkurin og miðlaði boðini frá løgmanni út á teknmáli.

Síðani fyrsta tíðindafundin, hava teknmálstulkar verið við til hvønn tíðindafund og í tíðindaflutninginum.

Men hóast føroyingar skuldu seta ferðina niður, merkir tað ikki, at tulkarnir hava minni at gera. Tey standa klár at veita sína tænastu, so at boðskapurin verður miðlaður út til allar føroyingar, eisini tey, sum ikki hoyra.

 

*

Á teknmálsdeildini hjá Almannaverkinum er arbeiðið eitt sindur ørvísið í løtuni. Allar vanligu arbeiðsuppgávurnar vera nú skipaðar yvir netið og bert bráðfengisuppgávur sleppa framat. Afturat tí eru tulkarnir til reiðar, um landsins hægstu hava tørv á teimum.

Starvið sum teknmálstulkur er eitt fjøllbroytt starv. Í løtuni starvast tríggjar kvinnur á Teknmálstulkatænastuni, og tær gera sítt til, at tey umleið 30 fólkini, sum hava tørv á teimum, fáa ta tænastu tær kunnu veita.

Krevjandi, men fjøllbroytt starv
Vanligu arbeiðsuppgávurnar hjá einum teknmálstulki eru sera fjøllbroyttar. Tær eru við í vanliga dagligdegi hjá teimum deyvu, tær miðla tíðindi út á teknmáli, umseta lækna- ella bankasamrøður, tulka undirvísing og eru við í føðingardøgum. Teknmálstulkurin fylgir lívinum hjá teimum, ið hava tørv á teimum. Tær eru bindiliðið millum hoyrandi og deyv, tí samrøðan gongur báðar vegir.  

At vera teknmálstulkur kann vera avbjóðandi, og vanliga tulkar ein persónur ikki meira enn 45 minuttir út í eitt, hægst 5 tímar ein dag. Orsøkin er, at hetta er eitt arbeiðið við nógvum rørslum og sum krevur konsentratión. Ein teknmálstulkur umsetur boðskapin í setninginum  meðan lurtað verður eftir næsta setningi. Tá tulkurin verður móður lækkar góðskan í umsetingini, greiðir Óluva Mohr, leiðari á Teknmálstulkaratænastuni frá. Tí er vanligt, at skift verður millum tulkar í longri uppgávum.

Vanliga virksemi hjá teimum fevnir breitt og tær koma víða. Í løtuni verða bert bráðfengisuppgávur gjørdar, sum tá ein skal til lækna, ella hevur okkurt, sum ikki kann bíða. Hinar uppgávurnar verða gjørdar í gjøgnum fjartulking á netinum.

Vanliga hevur ein teknmálstulkur tíð at fyrireika seg. Um Dagur & Vika skal tulkast, so brúka tær ein part av degnum til at fyrireika innsløgini í sendingini, men um talan er um ein tíðindafund, so verður boð sent eftir teimum fáar tímar áðrenn.

– Tá brúka vit ofta tíðina til, at kannað hvar samfelagið er. Vit vita, at evnið verður um korona og støðuna í Føroyum, so vit hava eina hilling av, hvat fundurin fer at snúgva seg um. Men tað kemur fyri, at man kemur heilt “á útibana” og tá er avbjóðingin størri. Men hesar uppgávurnar eru tær mest spennandi.

Eru við frá byrjan til enda
Ein teknmálstulkur fylgir lívinum hjá teimum deyvu. Tey eru við til føðing, til jarðarferð og alt tað sum er í millum, fortelur Óluva. Tað eru ikki øll, sum hava tørv á einum tulki, og tað er ymiskt, hvat ein tulkur verður bílagdur til. Á Teknmálstulkatænastuna tulka tær um allar Føroyar, til undirvísing í Suðri, á trygdarskeiði í Klaksvík, til læknasamrøðu í Havn ella á útferð í Stóru Dímun.

- Tú fært nógvar upplivingar við hesum starvinum, og kemur til støð, sum tú annars ikki hevði komið til og hetta eitt ótrúliga læruríkt starv. Sum tulkur lærir tú eitt sindur av hvørjum og tað er eitt spennandi starv, har tú situr í fremstu røð til nógv ymiskt.

- Sum tulkur kemur tú øgiliga tætt uppá lívið hjá teimum, sum hava tørv á tænastuni. Tí er tað umráðandi, at tú veist hvørjar uppgávur tú ert før fyri at taka. Tað nyttar jú ikki, at tú svímar undir eini føðing, ella grætur harðast til eina jarðarferð. Tí er tað gott, at vit eru ymisk og kunnu býta uppgávurnar í millum okkum.

 

*

Á Teknmálstulkingartænastuni eru í løtuni bert tríggir tulkar. Hetta ger, at ávísar uppgávur vera avlýstar vegna manglandi fólk. Arbeitt verður við at umskipa arbeiði so, at allar tíðindasendingar og vónandi aðrar verða umsettar. Men tørvur er á fleiri tulkum, og Almannaverkið hevur í løtuni eitt lýsingarátak koyrandi í eini roynd at fáa fleiri fólk at lesa til teknmálstulk.

- Vit eru nógva ymsastaðni í landinum, og tað krevur eitt sindur av fólki, tá vit eru so fáa til allar uppgávurnar, tí ynskja vit fleiri fólk, so at vit eisini kunnu tryggja framtíðina

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður