Visit Faroe Islands: Nýggja lýsingin farin víða

2020-04-21 15:13 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað gongur sum eftir ánni, tá Visit Faroe Islands skipar fyri lýsingarátøkum. Í øllum førum úti í heimi.

Nú korona-smittan eisini hevur rakt føroyska ferðavinnu, hevur Visit Faroe Islands saman við føroysku lýsingarstovuni Sansir og donsku lýsingastovuni Mensch sett í verk eitt nýtt lýsingarátak, sum tey kalla Remote Tourism.

Nýggja átakið er skipað soleiðis, at ferðafólk, sum nú ikki sleppa til Føroya, tí korona-smittan leikar, kortini “sleppa” til Føroya. Umvegis fartelefonina og eitt videotól, sum er fest á ein ferðaleiðara, sum er úti í náttúruni.

Umvegis fartelefonina kunnu fólk so sita heima og hyggja eftir náttúrumyndum úr Føroyum, og tey kunnu eisini stýra ferðaleiðaranum, sum til dømis gongur í haganum í Føroyum.

Og tað riggar, skrivar markedsforing.dk. Sambært Rune Hørslev, kontaktstjóra og partnara hjá Mensch, var lýsingarátakið í gjár umrøtt í 412 tíðindainnsløgum kring heimin, harímillum TV2, New York Times, MSN, TechChrunh og South China Morning Post, skrivar heimasíðan hjá danska lýsingarheiminum.

Tá Visit Faroe Islands koyrdi átakið “Closed for maintenance” var hon umrødd í 511 ymiskum miðlum kring heimin, og danska fyritøkan væntar, at hendan fer uppum tað.

Uppgerðin, sum byggir á tøl frá Verizon Media, sigur, at miðlarnir, sum higartil hava umrøtt føroyska lýsingarátkið, hava ein online-lesaraskara uppá slakar tríggjar milliardir lesarar.

- Verizon Media metir, at 10,5 milliónir fólk hava lisið greinar um átakið, og 7,5 milliónir hava sæð søgur um hetta á sosialu miðlunum. Alt hetta er rokkið uttan at hava brúkt eina krónu, sigur Rune Hørslev við markedsforing.dk.

Og tey, sum royna nýggja átakið, hava í miðal verið við í umleið fýra minuttir. Sambært stjóranum í donsku lýsingarfyritøkuni er tað øgiliga nógv.

- Eg kenni ikki til nakran annan lýsingarfilm á Facebook, sum hevur so høg miðaltøl, sigur hann.

Rune Hørslev metir orsøkina til góðu undirtøkuna vera, at fólk hava brúk fyri positivum søgum, og sjálvur heldur hann, at Føroyar við hesum hava givið fólki kring allan heimin okkurt at smílast at.
Fólk úr 156 londum hava hugt eftir filmunum og íalt hava fleiri fólk nýtt høvið at “ganga frástøðutúrar” enn tað vitja fólk her upp á eitt heilt ár. Higartil hava ferðaleiðararnir hoppað 1.552 ferðir og runnið 1.992 ferðir.

- Onnur støð hava valt at gera kenslubornar lýsingarfilmar, men ístaðin valdu vit at gera nakað við trupulleikan og geva fólki eina uppliving. Øll, sum hava verið við í hesum hava uppiborið eitt stórt herðaklapp fyri at hava fingið hesa stóru og tungu verkætlanina upp at standa upp á so stutta tíð, sigur Rune Hørslev við markedsforing.dk

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður