Vinnaramyndina eigur Carl Jóhan Kjølbro

Vinnaramyndina eigur Carl Jóhan Kjølbro

2017-10-16 09:29 Author image
Leif Láadal

Klaksvíkar kommuna hevur skipað fyri einari myndakapping, har endamálið er at fáa nakrar myndir til vega, sum skulu brúkast í ymsum høpi, eitt nú á kortum frá kommununi og á heimasíðuni.

Vinnarin av myndakappingini gjørdist ein mynd, sum Carl Jóhan Kjølbro hevur tikið.

Áðrenn Carl Jóhan fór á trygdarskeið hjá Sjónámi tíðliga ein novembermorgun í fjør, tók hann myndina omanfyri, sum nú fer at prýða kortini, sum Klaksvíkar kommuna letur í samband við ymisk høvi, upplýsir Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.
- Hatta var ein avbera vakur morgun, so eg helt hatta vera eina stuttliga mynd at taka á kaiini, og eg kom beinaveg í tankar um hasa myndina, tá ið eg las um kappingina, men eg hevði slett ikki væntað at vinna, sigur Carl Jóhan.
Tilsamans vóru 59 myndir við í kappingini og nógvar teirra eru somikið góðar, at tær í framtíðini kunnu brúkast á eitt nú heimasíðuni hjá kommununi.

Kelda og lesið meira HER

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður