Kapping: Vilja verja sáðið ímóti fartelefonum

2017-02-24 14:15 Author image
Sigmund Vang

Ein bólkur úr Skúlanum á Fløtum vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar við eini slóðbrótandi verkætlan, um at framleiða boxershorts til mannfólk, ið verjur sáðið ímóti fartelefonstrálum.

Tað upplýsir Íversetarahúsið í tíðindaskrivi.

Úrslitið av kappingini varð kunngjørt fyri einum fullsettum sali í Norðurlandahúsinum, har finaluna til SkúlaFM 2017 varð hildin fríggjadagin.

Dómsnevndin valdi verkætlanina CellShield, sum 15 ára gomlu genturnar Barbara Reynheim Petersen, Helena Sunnsker og Súsanna Hilmarsdóttir stóðu aftanfyri.
Vánalig sáðgóðska er ein vaksandi trupulleiki og tær tríggjar undrast at onki verður gjørt, fyri at fyribyrgja hesum. Tá mannfólk hava telefonina í lummanum, versnar sáðgóðskan av strálunum og hettar er ein trupulleiki, ið kann seta spor í framtíðina. Tískil fara tær undir at framleiða serlig boxershorts, seymað úr SaniSilvuri, ið verjur sáðið, soleiðis at sáðgóskan ikki versnar, og á henda hátt loysa tær ein altjóða trupulleika.

Vinningurin til vinnandi bólkin var, umframt Gullfræið sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, ein kekkur uppá 5.000 kr. sum Eik Banki hevur givið. Harumframt lat Føroya Tele eitt gávukort áljóðandi 1000,- kr til hvønn næming í vinnarabólkinum.

Nummar tvey í kappingini var eisini ein bólkur frá Skúlanum við Fløtum, við eini verkætlan um at virðisøkja og menna føroysku matvøruvinnuna við at bryggja rabarbuvín úr føroyskum rávørum.

Sum nummar trý valdi dómsnevndin eina verkætlan sum næmingar á Skúlanum við Løkin hava gjørt, sum hevur sum mál at minka um dálking av nátturúni og betra um heilsuna hjá fólki við magnetiskum stálsúgvirørum.

Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan síðan skúlaárið 2016/2017 byrjaði.

Tilsamans seks bólkar vóru við í finaluni hesuferð. Øll hugskotini vóru á høgum støði og dómsnevndin metti , at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum.

Í dómsnevndini sótu Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum, Gunnvá Gaard úr Føroya Tele, og Regin W. Dalsgaard formaður í Íverksetarahúsinum.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður