Heimatíðindi

Vindmyllulund eystan fyri Borðuna

Nólsoyingar eru tey, sum koma at liggja tættast upp at vindmyllulundini, men frástøðan er kortini umleið hálvantríðja kilometur (Mynd: SEV)

Nólsoyingar eru tey, sum koma at liggja tættast upp at vindmyllulundini, men frástøðan er kortini umleið hálvantríðja kilometur (Mynd: SEV)

2020-09-16 15:41 Author image
Sveinur Tróndarson

Stendur tað til SEV verður ein nýggj vindmyllulund við 12 stórum vindmyllum sett upp eystan fyri Borðuna.

Talan er um vindmyllur uppá 96 til 120 MW og samanbera vit tær við vindmyllur á landi, so er lundin í Húsahaga, so er hon uppá 12 MW. Tað vil siga, at nýggja vindmyllulundin, sum ætlandi skal standa liðug í 2025, verður tíggju ferðir so stór.

Støddin sæst eisini á framleiðsluni, tí úrtøkan úr nýggju vindmyllulundini verður mett at vera ímillum 420 og 520 GW um árið. Tað er meira enn tann samlaða føroyska elframleiðslan er í dag, sum í løtuni er uppá 390 GW tímar um árið

Enn er ætlanin á tekniborðinum, men kortini er SEV komið so langt við arbeiðinum, at farið verður undir at gera kanningar av økinum, sum er útvalt til endamálið. Tað liggur nakrar millum tveir og tríggjar kilometrar úr landi, og er 2,5 ferðirnar 1,7 kilometur til víddar.

Talan er um ein Joint Venture-ætlan, sum fer at kosta millum 1,4 og 1,9 milliardir krónur, og tí letur SEV upp fyri, at aðrir íleggjarar kunnu koma við í verkætlanina.  Tað kunnu bæði vera verandi orkuveitarar, aðrar størri fyritøkur og íleggjarar. Og røkkur føroyski áhugin ikki, kann eisini vera pláss fyri útlendskum íleggjarum, vísir Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV á.

- Vit vita, at vindorka roynist væl sum burðardygg orkukelda í Føroyum. Ein trupulleiki seinastu árini hevur tó verið at koma á mál við ætlaðum vindorkuútbyggingum ymsa staðni á landi í Føroyum, og ein havvindmyllulund kundi verið ein góð loysn í mun til grøna kósina, eins væl og til økt vinnuvirksemi, sigur hann.

[object Object]

Plaseringin av vindmyllulundini er vald eftir, hvussu hon annars ávirkar nærumhvørvið. Nólsoyarbygd er tann, sum er nærmast, men frástøðan er hálvan triðja kilometur til bygdina

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður