Uttanlands

Vilja minka um ræðið hjá medisinídnaðinum

Shutterstock

Shutterstock

2020-02-26 10:35 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Kanningar vísa, at hvørjaferð medisinídnaðurin er við í granskingarátøkum, hava úrslitini lyndi til at verða jalig fyri heilivági. Somuleiðis er medisinídnaðurin djúpt innlimaður í fleiri pørtum av skipanini av freimleiðslu, góðkenning og menning av heilivági. Hetta skal broytast nú, heldur ein bólkur av altjóða serfrøðingum.

Skipanin sum koyrir í løtuni avskeplar menning og nýtslu av heilivági, vegan fíggjarliga áhugan vinnan hevur, siga serfrøðingarnir í grein á BMJ.

Menning av einum heilivági kann vanliga taka 10-12 ár, og tað er sera kostnaðarmikið. Sum skipanin er nú byrjar menning av einum nýggjum heilivági vanliga á eini granskingarstovu og um útlitini er góð, so tekur vinnan yvir.


Trupulleikin er, at handilsáhugin stýrir menningina ov nógv, sambært serfrøðingunum. Kanningar visa, at medisinfyritøkurnar ofta bert útgeva kanningar við góðum úrslitum. Um kanningin ikki vísir góð úrslit, verður hon sum oftast goymd burtur. Á hendan hátt kann heilivágurin tykjast betur enn hann í veruleikanum er, siga tey.

Greinin vísir á, at heilsufrøðiligarkanningar, stuðlaðar av vinnuni á onkran hátt, hava jaligari úrslit, enn óheftar kanningar. Fleiri av stovnunum, sum skulu skipa nýtsluna av heilivági, eru fíggjarliga bundin av stóra medisinídnaðinum. Hetta er galdandi fyri millum annað European Medicines Agency (EMA) og Us Food and Drugs Administration (FDA)

Trupulleikin sambært serfrøðingunum er, at medisinídnaðurin, sjúklingur og heilsuverki ikki altíð hava samasvarandi áhuga.
Tað vísir seg ofta, at tað er ringt at fáa menning av heilivági, sum ikki gevur fíggjarligt yvirskot. Og oftani er viljin størri til at menna heilivág til sjúkur í vesurheiminum, heldur enn at menna heilvág til sjúkur í menningarlondum, har lítið av peningi er.

Prísur er eitt annað. Í londum, har medisinídnaðurin hevur størri ræði, t.d. í USA kostar heilivágur upp til 10 ferðir so nógv sum heilivágur í Noregi og øðrum evropeiskum londum.

Serfrøðingarnir meina, at loysnin er, at mynduleikarnir krevja óheftar granskarar at gera av hvør heilivágur skal nýtast. Tey, sum avgerða, ráðgeva og orða leiðreglur fyri nýtslu, skulu ikki verða fíggjarliga heft at medisinídnaðinum.

Serfrøðingarnir siga, at tað er alneyðugt at medisinsk-gransking verður óheft av handilsligum áhuga. Spakulig gongd er í rætta veg, siga tey, sum taka Noreg og Italia sum góð dømi um broyting, har tørvurin hjá sjúklinginum er grundarlagið fyri menning av heilivági.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður