Uttanlands

Víkingastandmynd endaði í ánni

Víkingastandmynd endaði í ánni

(Mynd: NBC)

2018-10-03 19:38 Author image
Ingi Samuelsen

Í amerikanska býnum Philadelphia hava ótangar gjørt seg inn á eina yvir tveir metra høga víkingastandmynd úr bronsu, og koppað hana út í ánna Schuylkill River, skrivar NCB-stjónvarpsstøðin á netinum.

Talan er um eina standmynd av íslendska landnámsmanninum, Torfinn Kallsevni, sum hevur staðið við Schuylkill áarbakkan í nærum eina øld.

Tað var seinnapartin í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at standmyndin var burtur. Tá varð beinanvegin staðfest, at Torfinnur varð koppaður og skumpaður niður í gruggutu ánna.

Torfinnur Kallsevni var íslendskur rannsóknarfari, sum settist niður Norðuramerika í 1010 stutt eftir at Leivur Eiriksson hevði funnið Vínland. Standmyndin av Torfinni hevur staðið í við Schuylkill ánna síðan 1920.

Froskmenn kundu skjótt staðfesta, at standmyndin lá í ánni, og ein krani varð kallaður og Thorfinnur fingin upp á turt aftur. Men hann var høvuðleysur, men eisini høvdið varð bjargað upp úr ánni.

Íslendski listamaðurin Einar Jónsson evnaði standmyndina í 1918, og hon varð reist tvey ár seinni í Fairmount Park í Philadelphia har fleiri aðrar standmyndir eisini standa. Ein tilsvarandi standmynd stendur eisini í Reykjavík.

Standmyndin av Thorfinni Kallsevni í Philadelphia hevur stundum verið savningarstað fyri mótmælum hjá hvítum nationalistum í sambandi við dag Leivs Eirikssonar 9. oktober. Standmyndin hevur eisini upplivað herverk áður, eitt nú við máling. 

Á heimasíðuni hjá NBC sæst filmur frá bjargingini av standmyndini

[object Object]
Bronsustandmyndin hjá Einari Jónssyni av Torfinni Kallsevni hevur staðið við áarbakkan í Philadelphia síðan 1920 (Savnsmynd)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður