Heimatíðindi

Vika Sex 2018

Vika Sex 2018
2018-01-21 13:35 Author image
Innsent

Tá ung kenna síni rættindi, duga tey betur at seta egin mørk og at skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.

Í døgunum 5. til 9. februar ferðast tiltakið Vika sex 2018 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.

Evnið er “Mynd krevur samtykki”, tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tískil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í.  

Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum.  

Á tiltøkunum verður, umframt stuttir fyrilestrar frá serfrøðingum, høvi at fáa eitt prát við fakfólk. Eisini verður høvi at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar o.a., ið er aktuelt fyri átakið.

Skrá:

Hvat er samtykki?: Katla Heiðinsdóttir, fólkalívsfrøðingur

Hvat sigur lógin?: Mariann Reinert, politistur

Sálarligar avleiðingar: Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, BVS

“Mynd krevur samtykki”, kynslív og kropp yvirhøvur.

Fyriskiparar: Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Sig frá!

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður