Heimatíðindi

Viðurskiftini við Bretlands fara ikki at versna við Brexit

Viðurskiftini við Bretlands fara ikki at versna við Brexit

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-04-19 13:29 Author image
Ingi Samuelsen

- Handilssamstarvið millum Føroyar og Bretlands skal verða minst líka gott sum nú helst betri, tá vit eru farin burtur úr Evropeiska Samveldinum.

Soleiðis sigur bretski fiski- og landbúnaðarmálaráðharrin, George Eustice, sum hevur verið á stuttari vitjan í Føroyum. Eustice kom í gjár, tá hann nýtti høvi at vitja fleiri fiskivirkir í Klaksvík, Fuglafirði og Glyvrum, meðan hann brúkti fyrrapartin í dag til at fundast við løgmann, Poul Michelsen, uttanríkisráðharra, og Høgna Hoydal fiskimálaráðharra, ið eisini var vertur fyri vitjanina, sum endaði, tá bretski ráðharrin fór av landinum aftur beint eftir middag.

- Tað er mær ein heiður, at bretska stjórnin gevur sær stundir til at senda ráðharran til Føroya og at vit eisini hava givið hvør øðrum lyfti um at avtalurnar, sum vit í løtuni hava við bretar umvegis ES ikki gerast verri eftir at Brexit er vorðin veruleiki, segði Høgni Hoydal, tá teir báðir hildu tíðindafund í Tinganesi fyrrapartin.


(Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er aðru ferð, at Høgni Hoydal hevur høvi at hitta George Eustice. Teir báðir hildu ein fund í London um flaggdagsmundið í fjør. Síðsta summar vitjaði ein annar ráðharri, Michael Gove, ráðharri (secretary of state) við umhvørvis, matvøru og økismenning, og tá var Brexit eisini høvuðsevnið í samrøðunum.

Læra av føroyskum royndum
Á tíðindafundinum í dag segði bretski fiskimálaráðharrin, at hann er komin til Føroya fyri at læra av føroysku royndunum at vera mótpartur til ES sum strandaland. Eisini helt George Eustice tað vera áhugavert at fáa kunning um tær nýskipanir, sum føroyingar hava framt á fiskivinnuøkinum.

- Útnyðringsparturin av Norðuratlantshavi er saman við norðara parti av Norðsjónum tey týdningarmestu fiskileiðirnar hjá okkara flota, og hóast okkara fiskiskapur í føroyskum sjógvi kanska ikki fyllir so nógv av samlaðu nøgdini, hevur tað týdning fyri okkum at hava góð viðurskifti og avtalur við Føroyar, serliga tá vit ikki longur eru partur av ES, segði George Eustice.

Á tíðindafundinum greiddi hann eisini frá, at hann á fundi við Poul Michelsen, landsstýrismann við uttanríkismálum, hevur givið lyfti um, at atgongdin til bretska marknaðin ikki fer at versna eftir at Brexit er vorðið veruleiki.

- Avtalurnar verða í minsta lagi tær somu, sum eru galdandi nú, men helst skulu tær gerast enn betur, tí vit bretar trúgva upp á ein opnan og frían markna, segði George Eustice.

Løgmaður var ikki við á tíðindafundinum, men í tíðindaskrivi eftir fundin við bretska ráðharran fyrr í morgun segði Aksel V. Johannessen, at bretski marknaðurin er millum størstu útflutningsmarknaðirnar hjá okkum, og at tað tí er av stórum týdningi, at Føroyar og Bretland halda á við at styrkja samstarvið landanna millum.


(Mynd: Sverri Egholm)

 


(Mynd: Sverri Egholm)

 


(Mynd: Sverri Egholm)

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður