Kjak

Viðmerking: Realurin vónar at fáa tap inn aftur

Viðmerking: Realurin vónar at fáa tap inn aftur
2018-04-19 11:56 Author image
Leivur D. Michelsen

Eftir at lógin fyri Realin í 1998 gjørdist føroysk, fekk stovnurin heimild til eisini at lána til frálanda- og alivinnuna, har hann áður bert kundi fíggja fiskiskip. Seinni fekk Realurin so eisini heimild at fíggja frakt- og ferðamannaskip.

Greinin í Dimmalætting

Frálandavinnan byrjaði í smáum. Í 2005 keyptu føroyingar tað fyrsta supplyskipið sum varð bygt til endamálið.  Í 2008 broytist frálandavinnan, tá føroyingar fóru at byggja nýggj skip, soleiðis at føroyingar í dag hava 11 nýggj skip í frálandavinnuni.

Fyrstu árini høvdu hesi skip í frálandavinnuni ein nøktandi rakstur.

Eftir at oljuprísirnir frá 2011 til á heysti 2014 høvdu ligið um góðar 100$ tunnuna, byrjaðu teir at falla nógv, heilt niður á knappar 50$ tunnuna. Fyrst í 2015 og fram til á sumri 2015 hækkaðu teir til góðar 60$ tunnuna fyri síðani at falla til undir 30$ tunnuna. Hetta gjørdi, at øll vinnan kom í djúpa kreppu.

Hetta gjørdi, at tað var neyðugt hjá P/F 6. September 2006 (Sum eigur skipini Eldborg, Saeborg, Sjoborg, Torsborg og Kongsborg) at gera avtalu við sínar lángevarar. Avtalan varð fingin í lag í apríl 2016 og skuldi vera galdandi til 30. juni 2018. Í stuttum gekk avtalan út uppá, at nýggjur kapitalur varð settur í felagið, og at avdráttarskáar vórðu givnir.

Støðan  versnaði og eftir drúgvar samráðingar,  varð tann 27. juni 2017 nýggj avtala gjørd.  Avtalan bar í sær, at verandi partapeningur varð niðurskrivaður til 0, nýggjur kapitalur uppá góðar 25 mió.kr. teknaður, niðurskriving av 2. og 3. veðrætti uppá 65% (parturin hjá Realinum var 62 mió.kr.) í móti at fáa 15% av partapeninginum.

Realurin hevði ongantíð fyrr verið í slíkari støðu. Realurin var ivaleysur í, at um ongin avtala fekst, fóru skipini at gerast partur av einari norskari loysn, har støðan hjá Realinum hevði verið nógv verri. 

Tað sum talaði fyri, at Realurin góðtók avtaluna var:

  • Skipini vóru væl rikin.
  • Øll reiðaríir í somu vinnu høvdu met stór tap, har fleiri fóru á húsagang.
  • Vildi ikki missa ta vitan, Føroyar høvdu uppbygt.
  • Virksemið hevði stóran týdning fyri manning og fólk á landi.
  • Minkar um váðan, tí tá oljuprísirnir eru lágir, gongur betur hjá restini restina av flotanum.
  • At Realurin við sínum partabrøvum, kann fáa stóran part av tapinum uppá 62 mió.kr. aftur.Tórshavn, tann 18. apríl 2018

 

Føroya Realkreditstovnur

Leivur D Michelsen

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður