Kjak

Viðmerking: Fiskidagar og kvotur

2018-11-23 10:57 Author image
Sjúrður Guðjónsson

Av tveimum vánaligum skipanum, er kvotaskipanin tann næst ringasta

Vit eru øll vitandi um, at náttúran ávirkar fiskastovnarnar. Tað einasta menniskjan kann stýra ella regulera, tá tað snýr seg um røkt av fiskastovnunum, er innsatsurin ella fiskiskapurin.

Spurningurin er so, hvussu kann fiskiskapurin fremjast á skynsamasta hátt, har vit veiða tað optimala úr stovnunum, og soleiðis lata teir í so góðum standi, sum gjørligt til okkara eftirkomarar.


Tveir reguleringsháttir

Stórt sæð eru tveir mátar at regulera fiskiskapin.

Kvotaskipan við Mest Loyvdu Veiði (MLV) - ella ein skipan, har innsatsurin ella veiðiorkan verður regulerað við t.d. tøkniligum ella øðrum forðingum, eisini nevnd effortskipan.

Forðingar ella avmarkingar eru neyðugar, um vit ikki skulu hava frían fiskiskap. Ein máti at avmarka við er at áseta eitt avmarkað tal av fiskidøgum, møguliga saman við øðrum forðingum, so sum økisfriðingum o. líkn. Kravið til eina regulering við einari fiskidagaskipan er, at hon skal vera so neyv, at skipanin í longdini ikki ger seg inn á fiskastovnarnar, skilt á tann hátt, at takast kann optimalt úr stovninum og ikki meira enn tað.


Fiskidagaskipan

Júst hugtakið veiðiorka ella fiskiorka, sum tað eitur í nýggju lógini um sjófeingi, er tað mest sentrala í einari fiskidagaskipan.

Neyðugt er í einari tílíkari skipan, at fiskiorkan verður neyvt stilla, soleiðis at stovnarnir í longdini halda seg á einum lívfrøðiliga hóskandi støði.

Stóri og viðkomandi spurningurin er so, hvussu definera vit fiskiorku. Gamla lógin hevði eina einfalda og kanska nokk so naiva definitión, har skipastødd - longd x breidd x dýbd - var mátið fyri t.d. línubátar, meðan trolarar harafturat skuldu faldast við maskinorkuni.

Nýggja lógin sigur, at tá fiskidagaskipan verður nýtt, má fiskiorkan ikki økjast, um broytingar verða gjørdar á fiskifarið. Landsstýrismaðurin kann eisini gera reglur hesum viðvíkjandi.

Trupulleikin við at meta um, ella at definera veiði- ella fiskiorku neyvt er, at tað stórt sæð er ógjørligt. Tað ber snøgt sagt ikki til at definera fiskiorku neyvt.

Øll tøknilig framstig eiga í einari fiskidagaskipan, sum er neyvt stillað, at verða tikin inn onkusvegna í t.d. færri fiskidøgum. Eisini tey “menniskjaligu” framstigini, mugu vera við í “stillingini”. Skiparar og fiskimenn verða jú við tíðini betri til at fiska og at brúka framkomnan reiðskap og útgerð. Hesi menniskjaligu framstigini er nakað, sum í veruleikanum er ógjørligt at máta, men onkusvegna má takast við í einari neyvari meting av fiskiorku.

Nevnt verður eisini at fiskidagaskipanin er sjálvregulerandi. Tað er møguliga rætt, men hetta er treytað av, at skipanin er rætt og neyvt stillað. Uttan eina heilt neyva meting av fiskiorkuni (sum stórt sæð er ógjørligt), er vandin sera stórur fyri at yvirfiska stovnarnar.Um serfrøðin (ikki vinnan, sum hevur egináhugamál) sigur, at niðurskurðurin skal vera eitt ávíst %-tal, er tað tað, sum Løgtingið eigur at halda seg til, og ikki ein semja, sum vanligt hevur verið.


Kvotaskipan við MLV

Tað eru serliga tvey hugtøk, ið tey, sum ikki ynskja eina kvotaskipan, regluliga føra fram, eisini av tingsins røðarapalli. Hugtøkini eru; útblaking og blandingsfiskiskapur.

- Útblaking:

Sambært gomlu lógini og galdandi lóg er útblaking ikki loyvd. So skuldi man trúð, at tá var allur ivi um útblaking burtur – men soleiðis er støðan “tíverri” ikki.

Ja, eg skrivi “tíverri”, tí er skaðin nú so stórur, um vit hava “nakað” av útblaking – kanska, men tað er ivasamt, og ikki serliga próvfast, at tann útblaking, sum øll londini rundan um okkum allarhelst hava, hevur verið til so stóran ampa fyri fiskastovnarnar.

Aðrar fiskivinnutjóðir kunna liva við hóttanini um útblaking, eitt nú Noreg, Ísland og ES.

Eisini føroyingar kunna liva við kvotaskipan, tá uml. 90 % av føroysku veiðini er regulerað við kvotum. Heldur ikki sær tað út til, at fiskastovnarnir hjá hinum londunum, ið vanliga eru hampuliga væl fyri, hava tikið skaða av útblaking.

ES hevur t.d. loyvt útblaking til fyri stuttum. Sum skilst kom forboðið ikki av stovnsrøktarørsøkum – hóast at tað eitur soleiðis. Forboðið kom líka nógv av æstetiskum orsøkum – eitt nú ákoyringum frá djóraverndarfelagsskapum, sum hildu tað vera spill av tilfeingi at blaka út.

Dugi tískil ikki at síggja eitt sindur av útblaking, sum eina stóra forðing fyri einari kvotaskipan.

Føroyingar fiska millum 500.000 og 700.000 tons árliga og verða tey umleið 90%´ini fiskaði eftir kvotaskipanum. Tað er bert botnfiskiskapurin á landgrunninum ella umleið 10%, sum ikki verður veitt eftir einari kvotaskipan.

Útlendingar, sum fiska botnfisk undir Føroyum, royna undir einari kvotaskipan.

Hugsa sær tveir línubátar, annar norskur hin føroyskur, sum veiða undir liðini á hvørjum øðrum undir Føroyum. Annar hevur fiskidagar, tí kvotur eru ikki brúkbarar tá man hevur blandingsfiskiskap og útblaking, meðan hin línubáturin er undir einari kvotaskipan. Ein løgin og absurd tvístøða.

Tá so sagt verður, at kvotaskipan førir til útblaking, er hetta, tað sama sum at siga, at teir føroysku fiskimennirnir, sum fiska 90% av tí samlaðu veiðuni, eru lógbrótarar. Tað trúgvi eg so einki uppá.


- Blandingsfiskiskapur:

Ført verður ofta fram, at tað ber ikki til at skipa botnfiskiskapin á landgrunninum við einari kvotaskipan við MLV, tí vit hava “blandingsfiskiskap”.

Sum eg skilji tað, so eru tað ikki so avgjørdar meiningar um blandingsfiskiskap. Tað man hoyrir er, at blandingsfiskiskapur er tá t.d ein línubátur fær nógv fiskasløg á einari setu ella tá ein trolari fær nógv fiskasløg í einum háli. T.d. kann ein línubátur eina setu fáa eini 8 – 10 ymisk fiskasløg, so sum tosk, hýsu, longu, brosmu, kalva, skøtu, reyðsprøku, onkran upsa, onkran stinglaks o. s. fr.

Nøkur meina, at tað tí er trupult at seta kvotur á tey ymisku fiskasløgini, og at variatiónin ígjøgnum árið er so stór. Onkuntíð fær man bara tosk, onkuntíð næstan bara hýsu og aðrar tíðir stóran part av øðrum fiskasløgum.

Tað eru trý botnfiskasløg, sum eru reguleraði á landgrunninum; toskur, hýsa og upsi. Upsi er væl at merkja ikki bara botnfiskur, men kemur tó í hendan bólkin.

Sjálvandi fáa fiskimenn sum nevnt onnur fiskasløg, men undirritaði dugur ikki at síggja nakra orsøk til at taka hesi við í eina kvotaskipan – í hvussu so er ikki enn.

Tað eru tey trý fiskasløgini, sum stovnsmetingar hava verið gjørdar fyri í mong ár, ið eiga at vera karmurin um eina kvotaskipan við MLV.

Vit kunnu vera ymisk á máli um stovnsmetingarnar, sum ICES/Havstovan gera av teimum trimum fiskasløgunum, men higartil eru hesar metingar so tær einastu, sum liggja til grund fyri Mest Loyvdu Veiðu. Vit vita øll væl, at stovnsmetingar ikki er ein eksakt vísund, men ein vísund, sum byggir á metingar og er harafturat, sum nevnt, afturlítandi. Tí koma, heilt náturliga, onkrir skeivleikar til sjóndar av og á. Men í longdini mugu metingarnar ikki vera so langt við síðuna av – hóast alt.

Tá vit tí tosa um blandingsfiskiskap, snýr tað seg tí um innanhýsis lutfallið millum tey trý fiskasløgini; tosk, hýsu og upsa.

Niðanfyri havi eg gjørt eina talvu, sum lýsir hetta lutfall, býtt út á fiskireiðskap og ár. (Kelda: hagtalsgrunnurin hjá Hagstovu Føroya).

Havi valt tey seinastu 4 árini, sum eru tey feskastu tølini.

Kvoteraði fiskasløg býtt út á ár og reiðskap

(Gjørd við heimild úr hagtalsgrunninum hjá Hagstovu Føroya)

 

Lemmatrolarar

2014

2015

2016

2017

Miðal

Toskur, tons

2.742

2.392

3.182

2.174

2.623

% av íalt

74,8

58,7

71,9

62,5

67

Hýsa, tons

422

395

474

806

524

% av íalt

11,5

9,7

10,7

23,2

13

Upsi, tons

501

1.290

770

498

765

% av íalt

13,7

31,6

17,4

14,3

20

Íalt, tons

3.665

4.077

4.426

3.478

3.912

      

Partrolarar

2014

2015

2016

2017

Miðal

Toskur, tons

815

1.031

966

1.230

1011

% av íalt

3,8

4,7

4,0

4,5

4

Hýsa, tons

90

102

162

271

156

% av íalt

0,4

0,5

0,7

1,0

1

Upsi, tons

20.301

20.620

23.078

25.990

22.497

% av íalt

95,7

94,8

95,3

94,5

95

Íalt, tons

21.206

21.753

24.206

27.491

23.664

      

Línubátar

2014

2015

2016

2017

Miðal

Toskur, tons

6.283

7.883

7.987

7.145

7.325

% av íalt

67,1

69,1

69,2

73,7

70

Hýsa, tons

2.703

3.114

3.338

2.418

2.893

% av íalt

28,9

27,3

28,9

24,9

28

Upsi, tons

382

410

214

129

284

% av íalt

4,1

3,6

1,9

1,3

3

Íalt, tons

9.368

11.407

11.539

9.692

10.502

      

Snellubátar

2014

2015

2016

2017

Miðal

Toskur, tons

487

730

792

790

700

% av íalt

34,5

44,1

50,5

59,3

47

Hýsa, tons

5

16

24

18

16

% av íalt

0,4

1,0

1,5

1,4

1

Upsi, tons

919

910

752

525

777

% av íalt

65,1

55,0

48,0

39,4

52

Íalt, tons

1.411

1.656

1.568

1.333

1.492

 

Um vit t.d taka partrolararnar, so umboðar upsi hesi 4 árini, 95 til 96% av teimum trimum fiskasløgunum, meðan toskur umboðar 4 til 5 %. Hýsan hevur næstan ongan týdning hjá partrolararunum, 0 til 1%.

Hjá línubátunum er støðan tann, at toskurin umboðar millum 69 og 74%, hýsan 25 til 29 %, og upsin 1 til 4%. Størstu variatiónina á lutfallinum millum hesi trý fiskasløg finna vit hjá lemmatrolarunum, toskur 59 til 75%, hýsa 12 til 23% og upsi 14 til 32%. Snellufiskiskapurin er lítil, umleið 1.500 tons árliga íalt. Býtið millum tosk og upsa er umleið 50/50. Fiskiskapur til húsbrúks er ikki skrásettur.

Tølini vísa bert eina lítla variatión í innanhýsis fordeilingini av teimum trimum fiskasløgunum tey 4 seinastu árini. Kanska eigur man at hava eyguni við lemmatrolarunum, sum hava ta størstu variatiónina, meðan línan, partrol og snellan eru sera stabil.

Henda lítla variatión í innanhýsis lutfallinum millum tey trý fiskasløgini tilsigur, at blandingsfiskiskapur ikki er tann trupulleiki, sum tað verður gjørt til í samband við eina kvotaskipan.  


Mítt uppskot: Kvotaskipan við buffara

Tann skipanin, sum undirritaði vil ráða til, er ein kvotaskipan við MLV, sum eisini hevur eina buffaraskipan innbygda, soleiðis at skilja, at t.d. eini 5000 tons av upsa, 2000 tons av toski og eini 1000 tons av hýsu vóru løgd í ein buffara til at rætta møguligar skeivleikar við kvotabýtinum.

Ein trupulleiki, sum buffaraskipanin kann fyribyrgja er, tá fiskastovnarnir vaksa ella minka í stødd. Tá kann ein buffari loysa ein stóran part av hesum trupulleika við tað, at tær siðbundnu stovnsmetingarnar, sum eru afurlítandi ikki altíð fanga hendan trupulleikan.

Ein kvotaskipan eigur at gera tað so at siga óneyðugt við økisfriðingum og líknandi forðingum.

Tá reiðarin veit hvussu nógv tons kunna fiskast at toski, hýsu og upsa, er lagamanni at planleggja fiskiskapin, og leggja soleiðis tilrættis, at fiska verður so rationelt og skilagott sum gjørligt. 

Ein 3 – 5  ára royndartíð við einari tílíkari skipan, sum her er skotin upp, hevði verið hóskandi.


Fríur fiskiskapur

Staðfestast kann, at hvørt ár eru nógvir fiskidagar óbrúktir. Hetta kundi møguliga týtt uppá at onkrir skipabólkar hava ríkiligt av fiskidøgum.

Orsøkin til at vit yvirhøvur hava eina skipan at regulera fiskiskapin við er, at vit ynskja burðardygga veiðu.

Og tá vit halda okkum hava eina skipan, sum avmarkar fiskiskapin fyri at verja stovnarnar, so er hetta ikki rættuliga í tráð við veruleikan. Tí nærum einastu avmarkingarnar sum eru, eru økisfriðingarnar. Hóast skipini ikki kunna endurnýggjast uttan víðari, kann onnur tøkni, so sum fiskireiðskapur og ymisk tól endurnýggjast uttan nakra forðing, soleiðis at fiskiorkan kann økjast, uttan at dagarnir verða tilsvarandi stillaðir. Og sum áður nevnt, verða teir, sum luttaka í fiskiskapinum við tíðini betri til at brúka tann framburð, sum er innan tøkni og reiðskap, uttan at hetta minkar um t.d. dagatalið.

Orsøkin til at vinnan ynskir at halda áfram við dagaskipanini er tí uttan iva hon, at reiðarar og fiskimenn, við verandi skipan, meta seg at hava frían fiskiskap, ella nakað, sum líkist tí.

Tað merkir, at stórt sæð, kanska við onkrum smávegis undantøkum, hevur botnfiskaflotin á landgrunninum frítt fiskarí ídag.

Í góð 20 ár hava vit roynt fiskidagaskipanina. Nærum hvørja ferð skipanin hevur verið “stillað” við áseting av fiskidøgum, hevur Løgtingið ásett dagar, sum hava verið langt frá tí, sum serfrøðin hevur mælt til. Tískil er mín tiltrúgv til eina nýggja fiskidagaskipan, sum nú liggur í kortunum ikki serliga stór.

Tí er ein kvotaskipan við buffara og ongum tøkniligum forðingum tann besta loysnin, har vinnan sjálv ger av  skipastødd/slag, reiðskap, tól og líknandi, tí tað dugur vinnan best.

 

Tórshavn, 20. november 2018

Sjúrður Guðjónsson

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður