Heimatíðindi

Video: Við Tórik á túri í Oyggjaskor

(Hetta er endastatiónin, um tú missir fótafesti í Oyggjaskor. Mynd: Tórik Rouah)

(Hetta er endastatiónin, um tú missir fótafesti í Oyggjaskor. Mynd: Tórik Rouah)

2019-05-29 14:00 Author image
Hergeir Staksberg

Komandi dagarnar fara vit at uppliva Føroyar gjøgnum eyguni á Tóriki Rouah úr Fuglafirði. Saman við Tóriki fara vit at vísa tykkum føroysku nattúruna frá einum heilt øðrvísi vinkli, enn vit eru von við

Í dag venda vit eyguni ímóti Oyggjaskor og viðoyingum, sum er tiltikið bjargafólk. Tað eru nakrir djarvir viðoyingar, og ein líka djarvur Tórik, sum fara eftir veðrunum í Oyggjaskor, sum sigst vera óalmindiliga gott feitilendi. 

Tað er somikið bratt í Oyggjaskor, at sjálvt veðrarnir ikki hætta sær at ganga har. Og enn er sheepview ikki komið út, so hetta er helst einasta upptøka av fjallgongu har, og sum heild eitt sjálsamt høvi at uppliva hesa heilt serligu fjallgonguna.

Síggj fleiri filmar hjá Tóriki HER og HER
Les meir um ævintýrarin, Tórik Rouah, í komandi útgávuni av Dimmalætting.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður