Heimatíðindi

Video: Við Tórik á túri í Grønlandi

(Her sigla tey í einum ísfjalli uttanfyri Qaqortoq í Grønlandi. Mynd: Tórik Rouah)

(Her sigla tey í einum ísfjalli uttanfyri Qaqortoq í Grønlandi. Mynd: Tórik Rouah)

2019-05-28 14:15 Author image
Hergeir Staksberg

Komandi dagarnar fara vit at uppliva nattúruna gjøgnum eyguni á 28 ára gamla ævintýraranum, Tórik Rouah, úr Fuglafirði

Saman við Tóriki fara vit at vísa tykkum nattúruna frá einum heilt øðrvísi vinkli, enn vit eru von at síggja. So tað er bara at seta seg væl til rættis, anda djúpt inn, trýsta á play og lata myndirnar tosa fyri seg.

Grønland er ráari enn Føroyar
Hvussu upplivdi tú Grønland í mun til Føroyar?

- Tað sum mær dámar so væl við Grønlandi er, at tað er so rátt. Føroyar er for kontrollerað fyri okkum, sum dáma at veiða okkara egna mat. Nú kom vápnalógin í Føroyum, og so skalt tú eisini hava prógv fyri at kunna skjóta. Alt verður bara meir og meir stýrt í Føroyum, men hatta hava tey ikki í Grønlandi. Har kanst tú keypa eina rifflu sama stað sum tú keypur muffins ella smákakur, svarar Tórik.

Hvat gjørdu tit í Grønlandi?

-Vit sigldu við ferðafólki í eina heila viku. Fólk bookaðu okkum, og so silgdu vit tey har sum tey skuldu. Tað var millum annað til ísfjøllini og jøklarnar, sum tú sært í filminum

[object Object](Her sæst Tórik við einum reinsdjóri, sum hann veiddi í Grønlandi. Mynd: Tórik Rouah)

Kulasta upplivilsið nakrantíð
Hvussu ber tað til, at tit endaðu við at sigla við ferðafólki í Grønlandi?

- Tað var í samband við, at Páll Joensen og kona hansara Marjun búgva í Qaqortoq, sum er ein bygd í Grønlandi. Tey hava so eina legu, sum minnir um Zarepta og Nesvík. Tey bjóðaðu okkum at búgva hjá teimum, meðan vit silgdu við ferðafólki.

- Eg minnist væl, at Páll ikki var glaður, tá hann sá, hvussu tætt vit silgdu við ísfjøllini, tí tey kunnu jú koppa

- Tá fortaldi eg honum, at eg faktiskt eisini klintraði á ísfjallinum, svaraði hann: “Tað gjørdi tú ikki! Tú ert skítsvakur!”, greiðir Tórik flennandi frá.

Og hvat, prøvaði tú eisini at veiða, meðan tú vart har?

- Ja, har prøvaði eg eisini at skjóta reinsdjór, sum er tað kulasta upplivilsið, eg nakrantíð havi havt, greiðir Tórik frá.

[object Object](Courtney Thorne-Smith, sum er kend úr Two and a Half Men og Melrose Place. Mynd: imdb.com)

Føroyar, Grønland og Melrose Place
- Ja, eg upplivdi eisini nakað rættiliga spesielt í samband við túrin í. Tað byrjar við, at eg møti einum amerikanara í Føroyum, sum eitur Roger Fishman. Hann var nakrar stimitúrar við okkum, tá hann var í Føroyum, og vit hava so havt samband við hvønn annan á facebook.

- Seinni, tá eg fari til Grønlands, so taki eg nakrar myndir, sum eg legði út. Tá skrivar Roger til mín og spyr, hvar eg eri? Eg svari so, at eg eri í Grønlandi. So sigur Roger, at hann eisini er í Grønlandi og spyr, hvar í Grønlandi eg eri. Eg svari so, at eg eri í Qaqortoq, og so sigur hann gud hjálpi tú mær, at hann eisini er í Qaqortoq, greiðir Tórik flennandi frá.

- Tá vísir tað seg, at hann hevði flogið við tyrlu úr Íslandi til Grønlands og búði á einum hotelli har í Qaqortoq, so vit fóru á hotellið at heilsa upp á hann. Tað var ótrúliga stuttligt at uppliva, greiðir Tórik frá.

- Roger er faktiskt ein ekstremt dugnaligur fotografur, og konan hjá honum er eisini ein rættiliga kend sjónleikarinda. Eg veit ikki, um tú kennir Two and a Half Men og Ally? Hon spælir við har. Hon eitur Courtney Thorne-Smith og hon spældi eisini Allison í Melrose Place.

- Men ja, samanumtikið, so var Grønland ein heilt fantastisk uppliving. Eg elskaði tað, sigur Tórik við einum stórum smíli.

Síggj filmin, tá Tórik fer eftir havhestaeggum á Riv HER

Les eisini eina longri samrøðu við Tórik í komandi útgávu av Dimmalætting

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður