Við havinum sum sambindingarlið

Við havinum sum sambindingarlið

Les um serliga sambandið havrógvarin og listamaðurin, Livar Nysted, hevur til havið

2018-11-29 10:00 Author image
Turið Justinussen

Kærleikin til havið tykist at vera sambindingarliðurin í øllum Livar Nysted tekst við. Hann hevur sett fleiri heimsmet í havrógving og fer í næstum at sýna list sína fram, ið eisini berur brá av havskærleika hansara

Í Hvannasundi búgva góð 200 fólk. Ein teirra er 48 ára gamli havrógvarin og listamaðurin, Livar Nysted, sum síðani hann var smádrongur hevur verið umgirdur av fjøruklettum, sjógvi og vakrari føroyskari náttúru. Havið, ið er blivið ein týðandi táttur í lívinum hjá honum, hevur hann tætt samband við.

Fjarar útróðrarleiðir
Livar Nysted er gitin sum havrógvarin, ið hevur róð um fleiri veraldarhøv og á túrunum megnað at sett fleiri heimsmet. 

Tað er neyðugt at fyrireika seg ótrúliga væl kropsliga, mentalt og materielt

[object Object]

Mangar teljast fjaru útróðrarleiðirnar. Livar Nysted róði í 2010 tvørtur um Norðuratlantshavið, har han setti tvey heimsmet, í 2013 róði hann tvørtur um Suðuratlantshavið og Indiska Havið, har hann megnaði at seta trý heimsmet afturat.

Tað er skilligt, at talan er um eina knevilssetta, knáa og krevjandi ítróttargrein:

- Tað er neyðugt at fyrireika seg ótrúliga væl kropsliga, mentalt og materielt, sigur Leivur Nysted við Dimmalætting. 

Róðrarteinarnar hevur Leivur Nysted higartil altíð róð saman við øðrum. Hann greiðir frá, at teir vóru tríggir mans, ið vóru á 57 daga langa túrinum tvørtur um Indiska Havið, fýrir mans á 55 daga langa túrinum tvørtur um Norðuratlantshavið og átta mans, sum róðu tvørtur um 30 daga langa túrin Suðuratlantshavið. Einaferð, sigur hann, at teir vóru [object Object]fjúrtan umborð á einum størri báti. 

- Vit eru fleiri í einum lítlum báti. Vit skiftast vanliga  allatíð at rógva í tveir tímar og sova í tveir, sigur hann.

Spurdur um, hvørar ítøkiligar framtíðarætlanir hann hevur, sigur Livar Nysted, at hann ætlar sær einsamallur avstað í 2020. Tá fær hann høvi at gera heilt sum honum lystir.

- Einsemið og avbyrgingin er tað harðasta, men eg eri spentur kortini, sigur Livar Nysted, sum er sannførdur um, at hann fer at klára túrin, ið nokk kemur at vara millum 80 og 120 dagar.

- Einsemið og avbyrgingin er tað harðasta, men eg eri spentur kortini

Eydnast tað Livari Nysted at koma á mál, er hetta longsti túrurin, hann áður hevur róð, og enntá púra einsamallur. 

- Eg komi ikki at síggja nakað land ella menniskja í fleiri mánaðir og havi bert eina fylgisveinatelefon við mær, sigur Leivur Nysted, ið samstundis greiðir frá, at hann trívist væl í síni egnu samveru.

[object Object]

Listamaður afturat
Umframt at vera havrógvari, er Livar Nysted eisini listamaður.

Livar Nysted er uppvaksin á Loftinum á Kyrjaheyggi, har okkurgulir, grønir og dimmgráir litir eyðkenna náttúruna. Hesar fangar Livar Nysted væl í myndlistini.  

[object Object]Tað bygdasliga, havið og tann føroyski báturin er eitt afturvendandi myndevni hjá Livari Nysted, og kærleikin til havið liggur trúgvur í hvørjum penslastroki. 

- Eg royni kanska at romantisera tað í dag, sigur Livar Nysted, ið hevur brúkt stórsta partin av arbeiðs- og ungdómslívinum á sjónum. Tó hugsar hann ikki um havrógvingina, sum nakað, ið hevur beinleiðis ávirkan á listina hjá sær: 

- Tað er ikki nakað eg hugsi um. At eg eri blivin inspireraður av einum róðrartúri, men mær dámar væl at mála hav. Í so máta, eri eg kanska umhvørvisskaddur.[object Object]

Livar Nysted hevur framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði frá leygardegnum 1. des. kl 16:00 fram til 1. januar 2019. 

Eisini fer hann týskvøldið 11. des. kl. 20:00 í Ribarhúsi at greiða frá sjóferðum sínum. 

Ein stuttur filmur er gjørdur um Livar Nysted. Hann eitur To Row An Ocean og kann siggjast her.

Meira langlesnaður