Verkætlan um viðbreknar vistskipanir

Verkætlan um viðbreknar vistskipanir

2017-12-13 10:27 Author image
Innsent

Ein norðurlendsk fíggjað verkætlan við navninum NovasArc snýr seg um at kortleggja útbreiðslu av viðbreknum vistskipanum í Norðuratlantshavi. Viðbreknar vistskipanir eru til dømis økir við korallum og osti. Ein fundur í hesi verkætlan varð hildin í Føroyum í november, har luttakaralondini, Noreg, Ísland og Føroyar, løgdu ætlanir um, hvussu verkætlanin kundi samskipast.

Endamálið við verkætlanini er at samanbera útbreiðslu av viðbreknum vistskipanum við útbreiðslu av fiskiskapi í Norðuratlantshavi. Sum kunnugt hevur fiskiskapur neiliga ávirkan á t.d. korallir, og ein høvuðstáttur í verkætlanini er at finna økir, har tað er fiskiskapur í viðbreknum økjum. Tað er týdningarmikið at varðveita slík viðbrekin økir, millum annað tí at summi sløg av fiski og nógv onnur dýr trívast væl í økjum við korallum og osti. Undir Føroyum eru hesi økir við korallum og osti vanligast á 300-500 m dýpi og eru tey minkað við tíðini sum fylgja av fiskiskapi.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður