Kjak

Verður tín telefon avlurtað av Facebook?

Verður tín telefon avlurtað av Facebook? (Mynd: Shutterstock)

Verður tín telefon avlurtað av Facebook? (Mynd: Shutterstock)

2019-04-29 13:30 Author image
Hergeir Staksberg

Fleiri fólk hava upplivað, at tey hava prátað um at ferðast. Eina løtu seinni, so er telefonin full við lýsingum um bíligar ferðir

Einaferð tosaði journalisturin, Sam Nichols, og hansara vinfólk um at ferðast til Japan. Hann hevði sína iPhone í lummanum, meðan hann prátaði um Japan. Næsta dagin hendi nakað merkiligt. Knappliga vóru allar lýsingarnar á facebook um bíligar ferðir til Tokyo.

Hetta setti tankarnar í gongd hjá Sam. Har vóru tveir møguleikar. Antin var tað rein tilvild, at lýsingarnar á facebook snúði seg um Japan, og hann akkurát hevði tosað um Japan. Ella hevði telefonin hoyrt, at hann hevði tosað um Japan, og eftirfylgjandi syrgt fyri at lýsa við bíligum ferðum til Japan.

Tá Sam hevði luftað sínar tankar og upplivingar fyri fólki, so fann hann skjótt útav, at hann ikki var tann einasti, sum hevði upplivað eitt samband millum samrøður og lýsingar á netinum.

[object Object]

(Facebook avnoktar at avlurta telefonsamrøður. Mynd: Shutterstock)

Facebook og Instagram nokta
Sambært Peter Henway, sum arbeiðir hjá trygdarfyritøkuni Asterix, so hava ávísar appir atgongd til mikrofonina á telefonini. Og tá mann hevur atgongd til mikrofonina, so hevur mann eisini atgongd til samrøður.

Samrøðurnar verða tiknar upp og enda á ymiskum servarum. Facebook verður nevnt sum er ein av appunum, ið hevur atgongd mikrofonir, samrøður og servarar.  Men hóast Facebook hevur neyðugu tøknina, so avvísir Facebook allar skuldsetingar um, at tey lurta eftir samrøðum millum fólk og brúka tað til marknaðarføring.

- Hjá Google eru tey opin um møguleikan at lurta eftir samrøðum, tískil havi eg ringt við at trúgva, at aðrar fyritøkur ikki brúka hendan møguleikan. Tað er heldur ongin orsøk til at lata vera. Og sæð frá einum vinnuligum sjónarmiði, so hava hesar fyritøkurnar bæði lógina og avtalurnar upp á pláss. Sjálvur rokni eg við, at tað verður gjørt, men tað er bara ógjørligt at prógva, sigur Peter Henway.

[object Object]

(Sam Nichols ynskir at loysa gátuna um Facebook og lýsingar. Mynd: Shutterstock)

Samband millum samrøðu og lýsingar
Upplivingarnar við facebook og nýggja vitanin innan økið gjørdu, at Sam Nichols fór í holt við eitt eksperiment. Tvær ferðir um dagin í fimm dagar, so brúkti Sam setningar sum, “eg fari á universitetið at lesa”, og “ eg havi brúk fyri bíligum skjúrtum í samband við mítt arbeiði”. Síðani kannaði Sam, um lýsingarnar á Facebook broyttist.

Longu næsta dagin vóru tað fleiri lýsingar á facebook, sum snúðu seg um Universitet og bílig klæðir. Og ein samrøða um, at Sam ikki hevði nakað data eftir á telefonini, endaði við einari reklamu, sum bjóðaði 20 gigabyte av data. Tað var sum so onki galið við lýsingunum, men tað var meir mátin, sum var rættiliga ræðandi, skrivar Sam.

So ja, tað er okkurt, sum bendir á, at okkara telefonir lurta og fylgja við, hvat verður sagt.

Hevur tú upplivað, at lýsingar eru broyttar í samband við eina samrøðu? Viðmerk endiliga niðanfyri og deil tína søgu.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður