Heimatíðindi

Veljarin vil hava løgtingsval beinanvegin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-05 09:29 Author image
Ingi Samuelsen

Føroyski veljarin vil hava, at Aksel V. Johannessen løgmaður skrivar út val nú.

Tað vísir ein veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið. 500 veljarar vórðu spurdir í gjárkvøldið, og av teimum var ein lítil helmingur, sum svaraði ja til spurningin: ”Heldur tú, at løgmaður skal útskriva løgtingsval nú?”

46,8 prosent søgdu ja
39,7 prosent søgdu nei
og tey seinastu 13,5 prosentini svaraðu ”veit ikki

Í kanningini varð eisini spurt hvønn flokk tey ætlaðu sær at velja, um val hevði verið nú. Úrslitið av teirri kanningini verður kunngjørd seinni út á fyrrapartin í dag.

500 veljarar svaraðu kanningini hjá spyr.fo í tíðarskeiðinum millum klokkan 18:58 og 19:46 í gjárkvøldið. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður