Heimatíðindi

Veljarakanning: Samgongan missir meirilutan

Veljarakanning: Samgongan missir meirilutan

Formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, kann fegnast um stóra framgongd í nýggjastu veljarakanningini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-19 10:35 Author image
Ingi Samuelsen

Fólkaflokkurin hevði verið stóri sigursharrin um val var hildið nú. Tað vísir ein veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin sunnudagin.

Næstan fjórði hvør veljari – 24,6 prosent – hevði sett sín kross út fyri lista A vísir kanningin. Hetta er ein vøkstur upp á næstan seks prosentstig, tí á valinum seinast fekk Fólkaflokkurin 18,9 prosent av atkvøðunum.

Fólkaflokkurin stendur eisini til at blíva størsti flokkurin á tingi. Tingmannatalið hevði økt úr núverandi seks umboðunum til átta.

Veljarakanningin hjá spyr.fo vísir, at allir núverandi samgonguflokkarnir ganga aftur, meðan andstøðan gongur fram, tó undantikið Sjálvstýrið, ið gongur aftur í kanningini.

Sambandsflokkurin gongur 1,7 prosentstig fram og fer úr 6 upp í 7 tingsessir, Miðflokkurin gongur 0,3 prosent fram og varðveitir síni bæði tingumboð og Sjálvstýrið gongur 0,6 prosentstig aftur og missir annan tingsessin.

Andstøðan missir meirilutan á tingi. Eftir síðsta løgtingsval sótu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin á 17 tingsessum. Sambært nýggjastu kanningini fáa CHE-flokkarnir 15 tingsessir.

Javnaðarflokkurin gongur aftur við 4,6 prosentstigum og fer niður á 7 tingsessir. Tjóðveldið gongur 1,8 prosent aftur og fer niður á 6 tingsessir, meðan Framsókn gongur 0,8 prosentstig aftur, men varðveitir sínar 2 tingsessir.

Samanumtikið kann sigast, at stóru samgonguflokkarnir missa hvør sín tingsess til teir stóru andsgøðuflokkarnir, meðan Fólkaflokkurin harafturat tekur ein tingsess frá Sjálvstýrinum.

Kanningin hjá spyr.fo varð gjørd sunnudagin 16. september millum klokkan 12.19 og 15.05. 500 fólk svaraðu kanningini. Tey spurdu verða tilvildarliga vald út millum tey 5.000 fólkini, sum eru í svarpanelinum hjá spyr.fo, so býtið av svarum er í samsvar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður