Uttanlands

Veiðusníkur helst etin av leyvu

Veiðusníkur helst etin av leyvu

Mynd: Visualhunt

2018-02-12 14:05 Author image
Elisa Vang

Nærindis Kruger National Park, sum liggur í landslutunum Mpumalanga og Limpopo í Suðurafrika, varð ein persónur álopin og dripin av einum flokki av leyvum, tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Persónurin var eftir øllum at døma veiðusníkur. Restinar av líkinum vórðu funnar í eini privatari park í norðrara partinum av Limpopo, har ólóglig veiða av djórum gerst alsamt meira vanlig. 

- Tað tykist sum, at veiðusníkurin veiddi í parkinum, tá ein flokkur av leyvum lupu á og drupu hann. Tær ótu nærum allan kroppin, og lótu bert høvdið og nakrar restir liggja eftir, sigur ein talsmaður við løgregluna í Limpopo, Moatshe Ngoepe, við AFP. 

Ein veiðuriffla varð funnin á staðnum leygarmorgunin. Løgreglan er í holt við at eyðmerkja offrið.

Nevnast kann, at í fjør vórðu fleiri leyvur funnar eitraðar í sama landsparti, har høvd og labbar vórðu sagað av. Leyvukropslutir verða brúktir medisinskt.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður