Váttligt vikuskifti í væntu

2016-05-19 15:38 Author image
Dimma

Vit skulu nokk venja okkum við, at tað aftur verður skiftandi veður um vikuskiftið.

Eitt lágtrýst í útsynning úr Føroyum liggur næstan stilt, og brúgvalagið við regni beint sunnan fyri Føroyar ferðast spakuliga norðureftir. Lágtrýst eru ávegis, og tað verður eitt sindur lýggjari.

Fríggjadagin verða 8-13 m/s, kanska upp í 15 m/s, men síðan linkar vindurin nakað, og hann snarar í sunnan. Fyrst skýggjað og regn, út á dagin skiftandi skýloft og okkurt æl. Hitin millum 4 og 9 stig.

Leygardagin sunnan og landssynningur, 2 til 7 m/s, onkustaðni upp í 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig.

Sunnudagin 3 til 8 m/s av landssynningi, sum fer í norðan og veksur upp í 8 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður