Heimatíðindi

Varðin Pelagic setir surimiframleiðslu í bíðistøðu

Varðin Pelagic setir surimiframleiðslu í bíðistøðu
2018-10-06 08:56 Author image
Georg L. Petersen

Gongd er veruliga komið á virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, men ætlaða framleiðslan av surimi er sett í bíðistøðu

Tá gamla virkið brendi var komið væl áleiðis at fara undir surimi-framleiðslu burturúr svartkjafti. Alt tað prosjekið fór fyri bakka, og skal nú byggjast uppaftur frá grundini. Tað er tó ikki komið so langt enn.

– Vit hava hølini klár, men har er tómt enn, sigur Bogi Jacobsen.

Varðin Pelagic søkti um at fáa part av menningarkvotunum, so farast kundi undir royndarvirksemi við surimi. Men har kom eingin játtan.

– Vit hava ikki heilt slept ætlanini, men tað fór nakað av blussinum, sigur Bogi Jacobsen.

Áðrenn virkið brendi varð eisini tosað um mjøl- og lýsiframleiðslu. Tað er ikki heilt slept enn, men tað eru ikki nakrar ætlanir um at framskunda nakra størri framleiðslu.

– Vit arbeiða nakað við hágóðsku mjøl og lýsi, men tað kann als ikki samanberast við framleiðsluna á Havsbrún, sigur Bogi Jacobsen.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður