200 milliónir til vardar bústaðir í Suðurstreymoy

2017-04-01 08:30 Author image
Sigmund Vang

Samgongan hevur gjørt av at seta neyðug tiltøk í verk fyri at bøta um bústaðarumstøðurnar hjá fólki við serligum tørvi, og hevur tí í tíðarskeiðnum 2017 – 2022 í hyggju at seta áleið 200 mió. kr. av á fíggjarlógini til átøk, sum fara at útvega fleiri og tíðarhóskandi vardar bústaðir í Suðurstreymoy. Hetta kom fram, tá játtanarkarmarnir vórðu lagdir fram.

- Tað er avgerandi neyðugt, at vit nú raðfesta bústaðir og harvið virðilig kor til okkara veikastu borgarar, sum í so mong ár hava staðið í aftastu røð, tá um bústaðir ræður, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum.

Ein frágreiðing er gjørd, sum lýsir støðuna á vardu bústøðunum kring landið. Í frágreiðingini verður staðfest, at tað er serliga í Suðurstreymoy, at støðan er ring.

Átøkini tey næstu árini fevna um bústaðir til fólk við menningartarni, sálarsjúku, og seinheilaskaða, umframt at byggja nýggjan bú- og viðgerðarstovn til børn og ung við autismu og eitt nýtt barnaheim.

Nógv fólk standa í dag á bíðilista til vardan bústað. Við hesi ætlan verður mett, at bíðilistin til vardar bústaðir minkar munandi, umframt at tey gomlu sambýlini verða niðurløgd soleiðis, at tey, ið húsast í umbygdum sethúsum fáa meira virðiligar bústaðir. Mett verður eisini, at fleiri borgarar við hesum fáa dagtilboð og umlætting.

Kelda: amr.fo

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður