Heimatíðindi

Var ikki korona-sjúkur kortini

2020-07-07 11:15 Author image
Sveinur Tróndarson

Føroyar eru framvegis korona-fríar.

Tað kunngera heilsumyndugleikarnir á heimasíðuni hjá HMR, har uppgjørt verður, hvussu nógv hava havt smittuna, hvussu nógv eru sjúk og hvussu nógv eru frísk.

Og har stendur, at tann seinasti tilburðurin, sum varð skrásettur um vikuskiftið, bara tók ein dag at blíva frískur aftur.

Heilt so skjótt gekk tað nú ikki, tí talan er um ein persón, sum hevur verið sjúkur, og sum tí hevði restir av virusinum í sær. Tað vóru hesar restir, sum komu til sjóndar í kanningini, sum varð gjørd, tá viðkomandi kom til Føroya, sigur Pál Weihe, leiðari á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, sum hevur fakligur ábyrgdina av kanningunum.

- Vit høvdu varhugan av, at tað var soleiðis tað hekk saman, og tí bóðu vit um eina andevniskanning longu mánadagin, og tá hon vísti tað sum kom gjørdi, komu vit ásamt við landslæknan um, at viðkomandi ikki var sjúkur.

Og tað er orsøkin til, at Føroyar aftur eru korona-fríar.

Tað sum hendir, tá fólk vera kannað fyri korona á flogvøllinum er, at ein roynd verður tikin, sum síðan verður anonymiserað og send til kanningarstovuna í Havn, har kanningarnar vera gjørdar.

Um kanningin er positiv, og tað kann hon vera, bæði tí viðkomandi er sjúkur, ella tí viðkomandi hevur verið sjúkur og framvegis hevur restir av virusinum í sær, fær Pál Weihe, sum læknafakligur leiðari fyri kanningunum, boð frá kanningarstovuni.

- Eg seti meg í samband við viðkomandi og geri eina sjúkujournal uppá viðkomandi, og so boða vit lændslæknanum frá og geva okkara tilmæli um, hvussu farast skal fram, sigur Pál Weihe.

Í hesum føri var skjótt illgruni um, at talan var um ein “falskan alarm”, tí viðkomandi hevur verið sjúkur áðrenn. Tí varð gjørt av at kannað fyri andevni í blóðinum, og tá tær kanningarnar komu aftur gjørdu Lars Fodgaard Møller, landslækni og Pál Weihe í felag av, at skráseta viðkomandi sum frískan aftur.

Pál Weihe fegnast tó um, at kanningarnar fangaðu tað, sum tær gjørdu.

- Tað má eg siga, ja. Hetta vísir, at kanningarnar fáa fatur á tí, sum tær skulu, tí restir av virusinum sita í hálsinum hjá viðkomandi. Tá vit so kanna nærri, so koma vit við kanningum til ta niðurstøðu, at viðkomandi hevur verið sjúkur fyrr, og kunnu tí lata viðkomandi fara út í samfelagið, tí har er eingin smittuvandi, sigur Pál Weihe.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður