Kjak

Valið '19: Varðveitið heldur arbeiðsplássini í Føroyum!

Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum

2019-08-30 14:39 Author image
Bjarni Hammer

Fyri ein løgtingslim hjá javnaðarflokkinum, sum m.a. sum formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum hevur verið við til at mynda vinnupolitikkin seinastu 4 árini, fløvar tað at at síggja, at Delta søkir eftir fólki til støðugt arbeiði á virkinum.

Sum lokalt umboð í løgtinginum, havi eg samskift nógv við leiðsluna á Delta og hevur tað verið ein fragd at uppliva, at teir framvegis, aftaná meiri enn 25 ár í vinnuni, brenna fyri at skapa virksemi í nærumhvørvinum og landinum øllum.
Øll, sum fáast við fiskivinnu vita, at tað koma “feit ár og tað koma rak ár”.

Sjálvsagt hava øll tey, sum hava við flakavirkir at gera, bæði leiðsla og starvfólk, glett seg um, at nú fór at gerast meiri støðugt arbeiði, tí nú var fiskur at fáa.
Men tað er ikki bara sum at siga tað hjá føroysku virkisleiðslunum at fáa fatur í nóg nógvum fiski til støðugt arbeiði.

Orsøkin er, at útlendskir keyparar fara avstað við fiskinum, fyri nøsini á føroysku virkjunum, tí teir gjalda kanska 0,25kr/kg – eitt fimmogtjúgu oyra – ella kanska minni enn tað, meiri enn føroyska virkið og flyta fiskin óviðgjørdan av landinum.
Eftir standa føroysku virkini við turrum gólvum og fólk mugu í fiskavirkisskipanina hjá ALS, tí føroysku virkini fáa ikki fisk.

Tey tapa í kappingini við láglønarlond.

Føroyski fiskurin fer til lond við sosialari dumping.

Hetta má steðgast.

Tey, sum hava fylgt við í tingarbeiðinum seinasta valskeið, vita, at eg havi ferð eftir ferð gjørt vart við henda trupulleikan.

Fólkini aftan fyri Sandoy Seafood hava ferð eftir ferð, m.a. á fundum í vinnunevndini, gjørt politisku skipanina varuga við stóru nøgdirnar av óviðgjørda fiskinum, sum fer av landinum, uttan nakra reaktión.

Ikki fyrr enn nú, Marine Harvest gav skarvin yvir og stongdi virkið. Tá vaknaðu politikarar sum við kaldan dreym og komu kropp á kroppi og boðaðu frá, at hetta við heila fiskinum, sum fer óvirkaður av landinum, má steðgast.

Spell, at so ógvuslig stig skuldu takast fyri, at politikarar skuldu skilja støðuna.
Tíbetur vóru tað eini lokal hjún úr Sandoynni, sum tóku ábyrgd og opnaðu virkið aftur.

Fái eg møguleikan at halda fram sum løgtingslimur, verður hetta eitt av teimum málunum eg fari at seta ovast á dagsskránna í komandi valskeiði.
Føroyskur fiskur eigur ikki at fara óviðgjørdur av landinum ímeðan føroysk virkir steingja, tí tey klára ikki kappingina við virki í láglønarlondum við sosialari dumping.


Bjarni Hammer

Valevni hjá Javnaðarflokkinum

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður