Kjak

Valið '19: Politikkur hevur mín stóra áhuga

Hans Andrias Kelduberg, Fólkaflokkurin

Hans Andrias Kelduberg, Fólkaflokkurin

2019-08-30 10:05 Author image
Hans Andrias Kelduberg

Sum vinnulívsmaður og reiðari, havi eg fingið sera gott innlit í fleiri politisk viðurskifti – serliga innan fíggjar- og vinnupolitikk.


Vit mugu hava tryggar karmar um fiskivinnuna

Gott álit á politisku skipanina er ein fortreyt fyri menning, bæði í fiskivinnu og øðrum vinnum. Eygsæð er, at vinnan ikki hevur álit á sitandi samgongu og speglast tað aftur í væntandi nýíløgum - serliga í fiskivinnuni.

Fyri at skapa vøkstur og trivna í Føroyum, er neyðugt at karmarnir um fíggjarstýring og vinnuna verða broyttir tilsvarandi. Og mest umráðandi er, at vælferðin skal koma øllum til góðar.


Føroyar standa á einum vegamóti

Eg havi valt at stilla upp, tí eg dugi at síggja, at Føroyar hava tørv á at rætta kumpass og fáa eina borgarliga kós aftur.


Dirvi til neyðugar broytingar í Sjúkrahúsverkinum

Okkara nógv umtalaða sjúkrahúsverk er okkara hornasteinur, tá sjúkan rakar ella ólukkan er útið.


Eitt effektivari sjúkrahúsverk í Føroyum

Mangan kann tað tykjast sum, at arbeiðið ikki er nóg væl skipað og harnæst eru ótolandi langir bíðilistar.

Samantvinnanin av hesum báðum kann hava við sær, at sjúkan gerst munandi verri og at fraveran frá arbeiði gerst óneyðuga long.


Fáa enda á bíðilistunum

Nú er bíðitíðin ikki gjørd upp í krónum, men eg hugsi, at her eru nógvar, nógvar milliónir at heinta, um:

  • ein skjót og effektiv screening verður gjørd av sjúklinginum.
  • at ein sjúklingur kemur í røttu hendur beinan vegin.
  • at avtala verður gjørd við sjúkrahús runt um í Evropa soleiðis, at sjúklingurin kemur til rætta yrkissjúkrahús beinanvegin og fær røttu viðgerð.
  • at okkara læknar fáa tað endurútbúgving sum er neyðug og kunnu hava avtalur við onnur sjúkrahús til vikariat og endurútbúgving.
  • og somuleiðis kunnu aðrir serlæknar koma hendanvegin og viðgerða sjúklingar, sum liggja her heima í Føroyum.
  • samstundis skal sjúkrahúsverkið hava eina grundleggjandi LEAN hugsan á øllum starvsøkinum, so tað verður so effektivt sum til ber.


Leigulógin má endurskoðast – útlendsk arbeiðsmegi má skipast betur

Tað er umráðandi at komandi Landstýrið skipar so fyri, at Leigulógin verður endurskoðað, tí sum nú er verða vanlig sethús og búðstaðarbygningar nýttir til at hýsa innivist til útlendingar, sum bert búgva her í avmarkað tíðarskeið.

Hesi starvsfólk ynskja ikki at blanda seg upp í teir sosialu aktivitetirnar, sum annars eru í góðum grannaløgum. Tí er tað avgerðandi, at greiður munur verður gjørdur á stutt- og langtíðar leigusáttmálar.

Heldur enn at arbeiðsmenn ella fyritøkur leggja set á hús í góðum grannaløgum, sum annars kundu verið seld ella leiga út til føroyskar familjur, haldi eg, at tað er best at hesir hava sín arbeiðsbústað nær við har, sum teir arbeiða.

Onnur innflutt arbeiðsmegi, sum ikki arbeiðir í byggivinnuni, men eitt nú í matvøruídnaðinum, ferða- ella framleiðsluvinnuni, kunnu sjálvandi ikki búgva í búbingjum. Hesi skulu sjálvandi hava tær umstøðurnar at búgva í, sum Leigunevndin ásetur. Hettar má og skal skipast væl og virðiliga, við greiðari lóg í framtíðini.


Heilsu- og umsorganarøkið eftirmetast

Fyri umleið fýra árum síðani bleiv eldraøkið lagt út á kommunurnar at umsita. Tá varð sagt, at eftirmeting skuldi fremjast eftir at ein tíð var ligin, men hon er enn ikki gjørd. Hetta skal eisini raðfestast, soleiðis at støði er eins á øllum økjum kring landið.

Nøkur ting, ið man politiskt kann fara inn at gera, eru at:

  • Lógaráseta minimumsnormeringar, fyri at betra um trygd, góðsku, lívsgleði og arbeiðsgleði.
  • Gjøgnumføra rationaliseringar, so at skipanin gerst smidlig og brúkaravinarlig – bæði fyri brúkaran og starvsfólk.


Arbeiði til allar hendur

Ofta verður effekivisering samanborin við uppsagnir, men her er tað tvørtur ímóti. Á heilsu- og umsorganarøkinum er stórur mangul uppá starvsfólk og tí er tað avgerðandi, at neyðugar broytingar fara fram sum skjótast, soleiðis at alt vaktarskemaði verður dekka á øllum økjum.


Eldraøkið

Tey bygdu hetta land og tey skulu eisini hava ágóðan av vælferðini. Nógvir pensjonistar eru væl fyri og skulu tey hava øguleika til eitt framhaldandi virki lív.

  • Tað skal loysa seg at vera virkin, tá ein gerst pensjonist.
  • Samhaldsfasti skal vera skattafrítt.
  • Serligir bústaðarmøguleikar skulu útvegast til eldri.


Umhvørvið

Tá vit politiskt taka avgerðir um umhvørvið, skulu loysnirnar vera langtíðarvarandi og orkusparandi. Tí skal ein orkupolitikkur leggjast fyri Føroyar til tey komandi 30 árini.

  • 30 ára ætlan fyri orkupolitikki, við møguleika fyri tillagingum.
  • At landið gongur á odda fyri bestu loysnum.
  • At peningur verður avsettur til bestu orkuvinarligu loysnina.


Vinnupolitikkur

Um vinnan hevur tað gott, so hevur familjan tað gott. Vinnupolitikkurin í Føroyum er ov gamal og hann skal dagførast, so hann er nútíðarhóskandi og framtíðartryggjandi.

  • Føroyskar fyritøkur skulu hava góðar møguleikar at veksa seg stórar í Føroyum.
  • Føroyskar fyritøkur skulu hava góðar umstøður at hava sítt kjarnuvirksemi í Føroyum.
  • At kanna verður eftir, um møguligar einskyljingar av almennum partafeløgum ella pørtum av teimum.
  • At man tryggjar javnvág millum almennar og privatar íløgur, so vit tryggja vinnuni konjunkturútjavning.


Samferðslumál

Greið raðfesting av skipaðum viðlíkahaldi av infrakervinum.

Greiður planur fyri nýíløgum av skipunum hjá Strandferðsluni, so at hann livur upp til nútíðarkrøv innan orku, trygd og ferðafólk.


Fiskivinnupolitikkur

Fiskivinnan stendur mær sjálvsagt nær, tá hetta hevur verið mítt yrkið alt mítt vaksna lív.

Um vit ynskja at kappast jøvnum føti við aðrar fiskivinnutjóðir, mugu vit skapa tryggar karmar rundan um okkara fiskivinnu, sum enn er okkara høvuðsvinna.

  • Uppboðssølan av fiskirættindum skal avtakast.
  • Loyvir skulu lutast út í 12 ára tíðarbilum í senn.
  • Menningarkvoturnar verða avtiknar. Avtalað verður gjørd við teir aktørar eru í hesi skipan.
placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður