Kjak

Valið '19: Johan Dahl veit betur enn serfrøðingarnir á elorkuøkinum

Jákup Suni Lauritsen , Miðflokkurin og fyrrverandi nevndarformaður í SEV

Jákup Suni Lauritsen , Miðflokkurin og fyrrverandi nevndarformaður í SEV

2019-08-19 14:59 Author image
Jákup Suni Lauritsen

Í mínari tíð sum nevndarformaður í SEV brúktu vit óvanliga nógva tíð at stríðast við landsstýrismannin Johan Dahl, sum hevði sett sær fyri at syndra SEV og enntá vilja flyta ognarskapin frá kommununum til landið. Og fríggjakvøldið spøkti hann aftur í Andglettinum eftir fýra árum uttan fyri politiska leikpallin.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin á orkuøkinum skúgvaði til viks feskar kanningar, sum hollir serfrøðingar hava greitt úr hondum í hesum valskeiðnum. Kanningar, sum eru sera góðar at grunda grønu kósina á í komandi árum. Kanningar, sum bæði taka atlit at lágum elprísi, skilagóðari fígging, teknisku menningini, orkukeldum, orkugoymlsum, javnvágini í elskipanini, veitingartrygdini, veitingarskylduni o.s.fr.

Johan segði um hesar kanningar, at “tað er púra forkert” og “hatta passar ikki”. Eisini pástóð hann, at SEV megnar ikki uppgávuna á grønu kósini. Ov lítil innovatión, segði Dahlurin, hóast SEV bæði hevur ment battarískipanina í Húsahaga, luttekur í royndarverkætlanum, hevur sett samvirknar elmálarar upp kring alt landið, hevur tikið stig til grønar útbyggingar o.s.fr. – alt fyri, at vit áhaldandi hava eina munadygga elskipan í okkara avbyrgda oyggjalandi í Norðuratlantshavi. Og vit hava megnað at verið heilt uppi á 60 prosentum í grønari elframleiðslu. Og hóast methøgt virksemi í landinum eru vit framvegis uppi á umleið 50 prosent grønari elframleiðlsu.

Og lati okkum ikki gloyma, at SEV setti sær málið um 100 prosent grøna elorku á landi í 2014, meðan Johan var landsstýrismaður – og ikki fann út av at seta sær hetta málið fyri føroyska samfelagið. Hann hevði í staðin úr at gera við at royna leggja SEV fótfonglar. Men tað vóru tey, sum høvdu virðing fyri arbeiðinum hjá SEV. Hesa virðing sýndi Norðurlandaráðið føroyska elfelagnum, tá SEV vann norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í 2015.

Í staðin fyri at taka útgangspunkt í omanfyri nevnda veruleika, vildi Johan Dahl í Andglettinum fríggjakvøldið heldur hava okkum at trúgva upp onkrar eftir øllum at døma óalmennar frágreiðingar, eg veit ikki rættiliga hvørjar. Hann royndi í øllum førum við hesum frágreiðingum, sum møguliga eru bestiltar av privatum aktørum, at gykla fólki, at so fer elprísurin at lækka 25 oyru/kWt. Johan Dahl eftirlýsti eisini, at privatir sleppa at framleiða elorku og gera pakkaloysnir við hitapumpum til Føroya fólk, tí so fer elprísurin at lækka.

Johan Dahl hevur helst ikki fingið við, at hesar pakkaloysnir lata seg væl gera í dag, um bara onkur tímir at fara seriøst í holt við tær. Johan Dahl hevur heldur ikki fingið við, at sambært galdandi reglum hava øll møguleika at bjóða seg fram við vindorku, sólorku, biogassi o.s.fr. – ja, tað er bara hugflogið, sum setir markið. Og so ein faktuell rætting afturat. Johan Dahl segði, at elframleiðslan í fjør var komin upp á 370 GW. Her loyvi eg mær at kunna Johan um, at elframleiðslan verður gjørd upp í GWt, og at samlaða elframleiðslan í 2018 var 352 GWt sambært uppgerðini hjá SEV.

So Johan Dahl, eg veit ikki, hvar tú hevur verið seinastu fýra árini, men tað er ivaleyst skilagott at dagføra seg, áðrenn man leypur á aftur. Hav tú annars eitt gott val.


Jákup Suni Lauritsen
Miðflokkurin og fyrrverandi nevndarformaður í SEV

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður