Kjak

Valið '19: Góði veljari – eg eri glaður um at verða føroyingur!

Bjarni Hammer, løgtingslimur og valevni hjá Javnaðarflokkinum

Bjarni Hammer, løgtingslimur og valevni hjá Javnaðarflokkinum

2019-08-29 17:27 Author image
Bjarni Hammer

Eg eiti Bjarni Hammer og eri búsitandi á Tvøroyri, saman við konu míni, Barbaru og okkara fýra børnum: Bjartu, Manju, Havgrími og Tór.

Vit blivu gift í summar. Familjan og børnini er tað sum er mest umráðandi av øllum. Tá saman um kemur, snýr politikkurin seg nett um at hjúkla um børnini – Føroya framtíð.

Eg eri útbúgvin løgreglumaður, men havi seinastu 4 árini sitið á Løgtingi, umboðandi Javnaðarflokkin. Eg havi eisini sitið 7 ár í býráðnum. Frítíðina brúki eg saman við familjuni. Eisini takist eg við seyðahald og ítrótt, serliga kappróður.

Eg eri sera, sera glaður um at hava sitið á Løgtingi seinastu 4 árini. Til tíðir hevur tað verið strævið. Viðgongd og mótgongd hevur myndað hesa tíðina, men tað hevur verið ein stórur heiður at hava tikið tøk fyri Føroyar og fólkinum her býr.
Vit hava avgreitt flestu stórmálini, sum hava ligið á láni í áravís. 

Barnafamiljurnar hava fingið betri sømdir, pensjónin er hækkað munandi fyri tey, sum einans hava samhaldsfasta og fólkapensjónina. Stórt yvirskot er á fíggjarlógini, vinnulívið trívist og arbeiði er til allar hendur.

Vit hava gjørt Føroyar til eitt enn betri land. Tað hevur ongantíð verið so gott at vera føroyingur í Føroyum sum nú og er tað okkara ábyrgd saman, at góða gongdin heldur fram.

Tað eru enn føroyingar, sum skulu lyftast longri upp. Eg havi sæð skuggasíðuna av vælferðarsamfelagnum.

Í yrkinum sum løgreglumaður havi eg veruliga sæð skuggasíðuna av vælferðarsamfelagi okkara. Sum løgreglumaður í miðstaðarøkinum kemur ein víða og tað er ikki alt líka tespuligt, ið ein hevur upplivað. Vit hava eina skyldu at gera nakað við hetta og tað gera vit. 

Tað skal ikki lata seg gera at liva undir fátækramarkinum í einum samfelagi sum Føroyum!

Javnaðarflokkurin er einasti flokkurin, sum alla tíðina heilhjartaður hevur arbeitt fyri vælferð til allar borgarar og, ikki minst, arbeiðir fyri at varðveita vælferðarsamfelagið.

Vit eru trygdin fyri vælferð til allar borgarar í landinum, tað verið seg ung, eldri, innan vinnulívið og innan tað almenna.

Vit meta Føroyar eftir teimum veikastu í samfelagnum. Tað hava vit gjørt nakað við. Vit hava lyft støðið og smalkað gjáirnar. 

Vit eru tó ikki komin á mál, og fara vit áhaldandi at stríðast fyri betri korum hjá øllum føroyingum.

Eg kann lova tykkum, at eg fari framhaldandi at stríðast fyri einum enn betri Føroyum, líkamikið hvussu bylgjurnar bróta.


Bjarni Hammer

Løgtingslimur og valevni hjá Javnaðarflokkinum

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður