Vakstrarmøguleikar í føroyskum sjóvinnuveitingum

Mynd: Industry.fo

Vakstrarmøguleikar í føroyskum sjóvinnuveitingum

2017-05-03 09:33 Author image
Dimma

Á tiltaki í Vinnuhúsinum í hesi vikuni varð frágreiðing um sjóvinnuveitingar løgd fram.

- Úrslitið vísti greitt, at vakstrarmøguleikar eru innan føroyskar sjóvinnuveitingar og hetta hevur týðandi búskaparliga ávirkan á føroyska samfelagið, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.

Frágreiðingin sigur millum annað, at virksemi innan sjóvinnuveitingar er vaksandi í Føroyum. Mett verður at í 2015 var samfelagsbúskaparliga inntøkan frá maritimum tænastum millum 330 og 430 milliónir krónir um árið. Av hesum verður mett, at umleið 170 mió. kr. eru beinleiðis inntøkur frá sjóvinnuveitingum til útlendsk skip.

Í fjør sigldu 600 ymisk skip fleiri enn 2.000 túrar í føroyskum sjóøkið. Tey nógvu av hesum skipum leggja ikki at í Føroyum. Hugsast kann at fleiri av teimum hava tørv á sjóvinnuveitingum, sum føroyskar fyritøkur og havnir kunnu veita.

- Føroyskar fyritøkur eru á støði við altjóða veitarar. Hetta hava royndir okkara víst seinastu árini, har føroyskar fyritøkur í størri mun hava vunnið kappingina um krevjandi uppgávur við útlendskar veitarar. Tó staðfestir frágreiðingin, at neyðugt er at betra um føroyska hagtalsgrundarlagið, tí myndugleikar skráseta og goyma ikki nóg væl upplýsingar um skipaferðslu í føroyskum sjóøki, skrivar Vinnuhúsið. 

Syntesa hevur gjørt frágreiðingina fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Oljuvinnufelagið, og tað var Ólavur Gregersen, stjóri á Syntesa, sum bar fram úrslitini.

Kelda: industry.fo

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður