Heimatíðindi

Vágstrolarin Royndin TG 634

Umborð á Royndini í 1928. Fremst vinstrumegin frá: íslendingur; danin Jensen, maskinmeistari; Pjetur Maack, skipari; Hans Michael Andreasen, 2. stýrimaður; íslendingur. Aftast vinstrumegin frá: Jákup Dahl, fjarritari; Hans Lindenskov, 2. meistari; Mortan Jespersen, Hvalba; Jógvan Toftum, kyndari; Poul Magnussen; Johannes Johannesen, kyndari. Mynd: Føroya siglingarsøga

Umborð á Royndini í 1928. Fremst vinstrumegin frá: íslendingur; danin Jensen, maskinmeistari; Pjetur Maack, skipari; Hans Michael Andreasen, 2. stýrimaður; íslendingur. Aftast vinstrumegin frá: Jákup Dahl, fjarritari; Hans Lindenskov, 2. meistari; Mortan Jespersen, Hvalba; Jógvan Toftum, kyndari; Poul Magnussen; Johannes Johannesen, kyndari. Mynd: Føroya siglingarsøga

2019-07-19 11:18 Author image
Óli Olsen

Í 1922 keyptu fýra handils- og reiðaravirki í Vági koltrolaran Ingólf Arnarson úr Reykjavík og nevndu hann Royndina. Hann var smíðaður í 1920 í Selby í Bretlandi, var 346 tons brutto og hevði 500 hesta guvumaskinu. Við Diasi á Heyggi (Johan A. Godtfred) sum flaggskipara og einum íslendingi sum fiskiskipara varð farið beinleiðis til fiskiskap av Reykjavík.

Fyritøkurnar í Vági, sum keyptu trolaran, vóru J. Dahl á Gørðunum, P.H. Dahl á Tjørn, D.J. Thomsen & Co á Løðhamri og Napoleon Nolsøe & Sønner á Marknoyri. Tær stovnaðu tann 11. apríl 1922 pf. Tjaldur í Vági og avhendaðu felagnum Royndina.

Í 1923 var Jógvan Joensen úr Vestmanna (Vestmanna Jógvan) fiskiskipari á Royndini. Hann hevði siglt sum skipari við bretskum trolarum. Síðan tóku íslendskir fiskiskiparar við hvør eftir annan.

Við Tummasi við Kráir sum flaggskipara fór Royndin summarið 1927 til Grønlands á kalvaveiðu, sigur Páll J. Nolsøe í Føroya siglingarsøgu. Teir fingu 2300 kalvar. Sama heystið var Royndin tríggjar túrar á bretska marknaðinum við ísaðum fiski frá suðuroyarbátum. Fyrsti túrurin eydnaðist væl, hinir minni væl.

[object Object]

Summarið 1929 var Royndin móðurskip hjá seks árabátum í Grønlandi við snøri. Jákup Nielsen í Liða úr Nólsoy var skipari, Kristin Vestergaard úr Vági og Johan Mortensen úr Øravík stýrimenn, Jensen úr Danmark og Hans Lindenskov úr Havn maskinmeistarar og Jákup Dahl úr Vági fjarritari.

Hóast mangan tvørligt, royndist túrurin hampiliga væl, tá ið samanum kom. Donsku myndugleikarnir í Grønlandi vóru eitt nú hildnir at vera nakað tvørligir. Teir fóru úr Føroyum 14. juli og vóru aftur 12. oktober. Veiðuna, 1200 skippund, seldu teir í Grimsby.

Hetta má sigast hava verið vágin roynd. Sparast mátti upp á kolið, siglast mátti sum minst, og skipið mátti liggja uppankrað á fiskileið við avbakkaðum fýri.

Royndin bar seg ikki nóg væl kortini. 9. desember 1930 fór trolarin á tvingsilssølu og síðan seldur til Bretlands. Daily Telegraph, sum hann varð nevndur, varð í 1934 seldur til Hafnarfjarðar í Íslandi og fekk navnabroyting til Júni. Hann strandaði 1. desember 1948 á Vestfirðum í Íslandi og varð vrak.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður