Hóast Fíggjarmálaráðið hevur hótt við dagbótum, hevur Vágs Kommuna samtykt eina Fíggjarætlan ímóti boðum úr ráðnum. Borgarstjórin sigur tað nú vera upp til Kommunala Eftirlitið, og at hann vónandi verður hoyrdur av nýggjum
- Vit hava frá byrjan verið ósamd við Fíggjarmálaráðið, at Páls Høll og Marghøllin eru kommunalir stovnar. Vit hava fylgt ráðgevingini frá tveimum løgfrøðingum um at halda fast um tað. Ein

