Vágs kommuna 110-ára viku

Mynd: vagur.fo

Vágs kommuna 110-ára viku

2017-09-30 11:48 Author image
Innsent

 

Í morgin, sunnudagin 1. oktober 2017, eru tað 110 ár, síðan Vágs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna.

Vágs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1907, eftir at Vágs sókn, Sumbiar sókn, Porkeris sókn og Fámjins sókn høvdu verið í felagskommunu frá 1879, tá Fróðbiar sókn gjørdist sjálvstøðug kommuna. Árið frammanundan, í 1878, fór Hvalbiar kommuna úr felagskommununi.

Í samband við at Vágs kommuna gerst 110 ár, verður skipað eina 110 ára viku, sum byrjar mánadagin 2. oktober og endar leygardagin 7. oktober.

Skráin fevnir bæði um fyrilestrar, framsýningar, rørslu-tiltøk, ókeypis svimjing, felags morgunmat os.fr. Harumframt fara allir kommunalir stovnar í Vági at hava opið hús í vikuni, soleiðis at tey, sum hava áhuga, fáa høvi at vitja kommunalar stovnar, fáa eitt gott prát saman við einum góðum kaffimunni.

Tiltøk eru skipaði fyri bæði ung og eldri – frá tiltøkum í Ungdómhúsinum og til tiltøk á eldrabústøðunum, Eldrasambýlið og Hamragarður.

Í Miðlatúni eru tiltøk hvørt kvøld í vikuni. Byrjað verður við fyrilestri hjá søgukøna vágbinginum Poul Andreassen. Harumframt verður filmurin hjá Anders Kristensen, sum er upptikin í Vági í 1950unum eisini vístur á stórskíggja í Miðlatúni, hetta í samstarvi við Vágs Sóknar Bygdasavn. 

Skráin fyri 110-ára vikuna verður løgd út á heimasíðuna hjá Vágs kommunu seinni í dag, umframt at komandi vikuna verður greitt frá tiltøkunum, sum eru á skrá.

 

placeholder

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Terji murrar við til lívsins ró

Terji murrar við til lívsins ró

– Eg helt ikki, at eg dugdi nakað ávíst serliga væl, og tí valdi eg bara tað stuttligasta av teimum lutum, sum eg ikki dugdi...

Author image Leif Láadal

Meira langlesnaður