Kjak

Vælkomin í tærnadóp

(vit hava onki føroyskt heiti til tærnar í miðjuni. Mynd: Shutterstock)

(vit hava onki føroyskt heiti til tærnar í miðjuni. Mynd: Shutterstock)

2019-04-08 12:00 Author image
Hergeir Staksberg

Í Føroyum hava vit tríggjar navnleysar tær. Vit hava eina lítlutá og eina stórutá, meðan hinar tríggjar eru navnleysar

Vit hava eina rúgvu av staðar-, báta- og gøtunøvnum, men hví hava vit onki navn til tær tríggjar tærnar í miðjuni?

Vit hava eisini heiti sum tannkjøt, oyralippur og hárrøtur. Somuleidis hava vit givið okkara likamslutum eitt heiti, men tá vit koma tær stakkals tærnar í miðjuni, so bíða tær enn eftir einum navni.

Um nakar kennir seg aftur í gamla orðatakinum: Ongin nevndur, ongin gloymdur, so eru tað tær tríggjar tærnar í miðjuni. Men hóast vit ikki hava nevnt tærnar við navni í umleið 1000 ár, so eru tær ikki gloymdar.

[object Object]

(Hesin hevur ilt í digitus primus. Mynd: Shutterstock)


Av! Eg smekkaði digitus primus í!

Á latíni er støðan nakað frægari. Har kallast stóratá og lítlatá fyri ávikavíst digitus primus og digitus minimus, meðan tærnar í miðjuni kallast digitus secundus, digitus tertius og digitus quartus.

Men í Føroyum tosa vit føroyskt, so tey latínsku heitini kennast rættiliga fremmand. Tað var ikki gamalt, at mann fekk ilt í digitus primus, tá mann smekkaði stóru tá í eina gátt. Nei, í Føroyum fáa vit ilt í stórutá, tá hon verður álopin av eini gátt. Hóast tær ikki hava nakað navn, so er tað sama galdandi fyri tærnar í miðjuni. Tað kennist fremmant at siga digitus quartus ella tertius quartus.

[object Object]

(Hvat er eitt hóskandi navn til tærnar? Mynd: Shutterstock)


Hvussu skal táin eita?

Vanliga er tað eitt gott hugskot at royna sprotan, tá mann stendur fastur og skal finna rætta heitið, men sjálvt orðabókin manglar orð, tá tað snýr seg um tærnar í miðjuni. Á sprotanum finna vit bara tvær tær: Stóratá og lítlatá.

Tí spyrja vit teg góði lesari, hvussu skal táin eita? Vit vilja fegin hoyra títt boð uppá, hvussu hesar tríggjar tærnar skulu eita? Skriva eina viðmerking niðanfyri og gev títt boð. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður