Heimatíðindi

Útspæl er alt ov pírið

Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum, um støðuna í føroysku ferðavinnuni, nú ongin serstakur hjálparpakki enn er komin í eyga: - Okkara boðskapur er, at her er ongin luft í hesi ballónini, so komið nú, koyrið luft í hana

Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum, um støðuna í føroysku ferðavinnuni, nú ongin serstakur hjálparpakki enn er komin í eyga: - Okkara boðskapur er, at her er ongin luft í hesi ballónini, so komið nú, koyrið luft í hana

2020-05-28 16:00 Author image
Ingolf S. Olsen

Dimmalætting hevur fingið fatur á einari ráskitsu av landsstýrisuppskotinum til ein nýggjan hjálparpakka – hjálparpakka 3 – til koronusperdu ferðavinnuna.

Men um endaligi hjálparpakkin heldur seg innanfyri mørkini í ráskitsuni, so munar hann alt ov lítið. Tað heldur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum og sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line.

Sambært skitsuni skulu ferðavinnufyritøkur kunna fáa endurgoldið part av føstu útreiðslunum, alt eftur hvussu nógv umsetningurin er fallin.

Um fallið er niðanfyri 40 prosent, fæst onki endurgjald. Um fallið er ímillum 40 og 60 prosent, verður helvtin av føstu útreiðslunum endurrindaðar, og er umsetningurin fallin meira enn 60 prosent, verður endurgjaldið 75 prosent. Sama fyritøka kann í mesta lagi fáa fimm milliónir krónur í endurgjaldi fyri alt tíðarskeiðið, sum hjálparpakki 3 er ætlaður at fevna um, nevnilga 1. apríl til 30. juni í ár.

Hjálparpakki 3 skal fevna um tær somu føstu útreiðslurnar, sum hjálparpakki 2 fevnir um, tær eru í høvuðsheitum húsaleiga, el, hiti, fjarskifti, rentur og trygging. Men harafturat skal hjálparpakkin til ferðavinnuan eisini umfata avskrivingar.

Stuðulsparturin í hjálparpakkanum er mettur at kosta 15-20 milliónir krónur. Harafturat er ein partur um lagaliga atgongd til kapital, har Framtak skal kunna veita lán og eginpening afturfyri, at landið eftirgevir eitt lán hjá Framtak upp á 30 milliónir krónur.

Langt frá tilmæli

Ferðavinnufelagið hevur sent sítt egna tilmæli um hjálparpakka til landsstýrið og ta politisku skipanina annars (sí faktaboks), men Henny á Líknargøtu var vónbrotin, tá Dimmalætting vísti henni uppskotsuppleggið hjá landsstýrinum.

- Hatta er rættiliga langt frá tí, sum vit hava lagt upp til. Vit halda sjálvandi, at tá landið var latið aftur 12. mars, so er tað sjálvandi frá 12. mars, at ein endurgjaldsskipan skal vera galdandi. Og útgangspunktið má vera, at er umsetningurin fallin 100 prosent, so verða føstu útreiðslurnar eisini endurgoldnar 100 prosent. Tá tú so byrjar at fáa ein umsetning aftur, so skal endurgjaldið sjálvandi minka samsvarandi, sigur hon.

Løn til fastlønt

Hjálparpakkin, sum Ferðavinnufelagið mælir til, skal vera galdandi í 13 mánaðir, frá 1. mars 2020 til 31. mars 2021 og kostar 35 milliónir krónur í endurgjaldi fyri fastar útreiðslur. Men afturat tí vil Ferðavinnufelagið hava tað almenna at rinda 80 prosent av lønunum hjá fastløntum starvsfólkum í ferðavinnuni.

- Ferðavinnan er ógvuliga starvsfólkatung, og tað ber als ikki til at senda føll starvsfólk heim ella í ALS-hjálparpakkan, um ætlanin er at koma í gongd aftur. Eisini nú, meðan alt er latið aftur, hava fleiri fyritøkur nógvar arbeiðskrevjandi uppgávur. Nú sita vit til dømis og strika bókingar, og tað tekur í veruleikanum tríggjar ferðir so langa tíð at annulera eina bóking ella flyta hana enn tað ger, tá ein kundi í vanligum tíðum fer online og bókar, og so er tað liðugt. Sjálvandi eru tað aðrar arbeiðsgongdir, har tað ber til at manna upp og manna niður, men tað ber ikki til allastaðni, greiðir Henny á Líknargøtu frá.

Luft í ballónina

Hon fýlist eisini á, at tað verður arbeitt seint við hjálparpakkum í føroysku politisku skipanini.

- Vit mugu ikki gloyma, at tær ferðavinnufyritøkurnar, sum vit kappast við, og tær eru typiskt í grannalondunum, hava øll longu fingið sín hjálparpakka, og teir eru stórir. Tí eru tey klár at trýsta á play, so skjótt, sum tey fáa at vita, at nú verður latið uppaftur. Hjá okkum hevur ongin enn fingið eina krónu útgoldna. Visit Faroe Island hevur onga eyka pulju fingið at brúka.

- Okkara boðskapur er, at her er ongin luft í hesi ballónini, so komið nú, koyrið luft í hana, sigur Henny á Líknargøtu.

Øll hava týdning

Í grein í ískoytisblaðnum um ferðavinnuna, sum er í Dimmalætting hesaferð, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, millum annað, at tað er eins týdningarmikið at bjarga teimum smáu veitarafyritøkunum í ferðavinnuni sum teimum stóru grundfestu fyritøkunum, tí um allir veitararnir av upplivingum mugu lúta, so hava ferðafólk onki at koma eftir í Føroyum, tá ferðaviðurskiftini aftur verða vanlig.

Hesum er Henny á Líknargøtu samd í.

- Tú mást halda lív í teimum smærru veitarunum, útferðarveitarunum og sovorðið. Hetta er sum ein pyramida, eitt lag við upplivingarveitarum, eitt annað lag við bussum og leigubilum, eitt við gisting, og endiliga eitt við flutninginum ímillum lond. Øll hava týdning, um ferðavinnan skal hanga saman, sigur hon.

Skulu vera til reiðar

Stuðulsleistirnir eru ymiskir í teimum ymsu londunum. Allastaðni verða átøk tó gjørd at fáa fólk at ferðast meira í egnum landi og brúka ferðavinnutilboðini har. Í Íslandi eru tey farin eitt stig longur í so máta og stuðla brúkarunum beinleiðis við gávukortum at brúka í íslendsku ferðavinnuni. 70 milliónir krónur í okkara pengum verða brúktar til hetta endamálið í íslandi.

- Sjálvandi hevði tað eisini hjálpt væl til at givi føroyingum meira pengar at brúka, men vit halda tað tó hava størri týdning, at man í fyrsta lagi roynir at konsolidera rakstrargrundarlagið hjá sjálvum ferðavinnufyritøkunum við at endurrinda okkum ein so stóran part av teimum føstu útreiðslunum, sum til ber, og hjálpa okkum at varðveita mest møguligt av teimum føstu starvsfólkunum, soleiðis at vit kunnu vera til reiðar at koma út aftur í august-september og klára veturin, sigur hon.

--

(FAKTABOKS)

Tilmælið hjá Ferðavinnufelagnum

Ferðavinnufelagið kom 14. mai við sínum tilmæli til hjálparpakka til ferðavinnuna. Her er samandrátturin av tí tilmælinum:

Starvsfólk:
Serskipanin hjá ALS verður longd til 31. mars 2021, soleiðis at starvsfólkini framhaldandi eru tengd at fyritøkuni og koma í starv, so hvørt sum eftirspurningurin hækkar og at fyritøkurnar hava møguleika at koyra starvsfólk partvís í ALS.

Hjálp til fastar útreiðslur og føst starvsfólk:

Loysn 1:

Skipan við afturbering fyri fastar útreiðslur við virknað frá 1. mars 2020 til 31. mars 2021 fyri ferðavinnufyritøkur. Skipanin fevnir um allar ferðavinnufyritøkur uttan mun til stødd. Treytir eru ikki viðvíkjandi fíggjarligu støðuni hjá fyritøkunum. Afturberingin verður soljóðandi:

–  Fyritøkur fáa afturborið 100 prosen av føstu útreiðslunum, um fyritøkan metir, at umsetningurin minkar í minsta lagi 70 prosent.

– Fyritøkur áa afturborið 80% av føstu útreiðslunum, um fyritøkan metir, at umsetningurin minkar í minsta lagi 50 prosent.

–  Føstu útreiðslurnar skulu í minsta lagi verða 20.000 krónur, og tað verða í mesta lagi afturborið 35 milliónir krónur til hvørja fyritøku í tíðarskeiðnum frá 1. mars 2020 til 31. mars 2021.

–  80 prosentav lønunum til starvsfólk í føstum starvi (roknskapur 2019) skulu endurrindast fyri at tryggja størvini og førleikarnir soleiðis at feløgini eru ment at virka, planleggja og selja. Hesin kostnaður kemur afturat teimum 35 milliónir krónur í vanligum føstum útreiðslum.

Loysn 2

Loysnin sum Hotel Hafnia og Gist&Vist hava gjørt til matstovu- og gistingarhúsvinnuna, har leisturin til matstovuvinnuna (F&B) kann brúkast í øðrum ferðavinnugeirum, sí nærri í loysnini hjá Hotel Hafnia og Gist&Vist. Eisini galdandi frá 1. mars 2020 til 31. mars 2021.

Lagaligt gjaldførislán:

Gjaldførislán við borgan frá t.d. EKF við lagaligari rentu og afturberingartíð, har landið borgar fyri tí, ið restar í.

 

Hesar skipanir skulu verða galdandi frá 1. mars 2020 - 31. mars 2021.

Í mun til loysn 1 og 2 mælir Ferðavinnufelagið til, at loysn 2 verður brúkt til gistingarhús- og matstovuvinnuna, og at í øðrum førum verður antin loysn 1 ella 2 brúkt.

--

[object Object]
Soleiðis sær uppleggið hjá landsstýrinum til hjálparpakka 3 – hjálparpakkin til ferðavinnuna – út.

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður