Heimatíðindi

Útlendskir fornfrøðingar fara nú at kanna skipsvrak í Sandavági

Mynd: Jesar Hansen/www.jn.fo

Mynd: Jesar Hansen/www.jn.fo

2018-11-01 11:34 Author image
Turið Justinussen

Hóast lítið nýtt er at frætta um mannatenninar av Velbastað, hendur annað á fornfrøðideildini á Tjóðsavninum: Tveir serfrøðingar koma mánadagin til Føroyar at kanna forna skipsvrakið, sum í 1947 á fyrsta sinni kom undan kavi á sandinum í Sandavági.

Søgning sigur frá, at einaferð í gomlum tíðum, rendi eitt útlendskt skip á land á Sandavágssandi. Staðurin hevur síðani fingið navnið Eyðunsurð, tí hildið verður, at høvuðsmaðurin umborð æt Eyðun. Summi siga at hann var finni, onnur, at hann var íri.

Undrunarsamt er tó, hvussu írski ella finski tjóðskapurin hongur saman við navninum, ið helst gevur ábending um annan tjóðskap. Møguliga kann íslendingasøga finna greiðu á hesum, tí í henni stendur skrivað um íslendska skipið, Eyðun Festargarmur, sum gekk burtur í ár 1006. Hetta skipið, umrøður Niels Winther eisini í Færøernes Oldtidshistorie. Navnið Eyðun er afturvendandi í fleiri føroyskum bygdasøgum, eins og staðarnøvnini eru talrík, ið hava navnið Eyðun í sær. Hesu eru: Eyðunsmørk í Porkeri, Eyðunsmerkur á Sandi, Eyðunsstova og Eyðanshálvmørk í Sandavági, Eyðunsbøur í Nólsoy, Eyðabøur í Noðragøtu og Eyðamørk á Húsum.

Áhugavert kundi tí verið at kanna, um samband er millum Eyðun Festargarm og skipsvrakið í Eyðunsurð.

Tíðarfesting av skipinum
Viðhvørt, tá streymurin er harður, kemur skipsvrakið undan. Ein síða er rímiliga heil, meðan lítið er eftir av síðuni, ið vendir upp. Partar av vrakinum eru í varðveitslu á Tjóðsavninum, meðan aðrar partar hava fólk tikið, ivaleyst stutt eftir, at skipið rendi á land.

Tað hevur týdning fyri sandavágssøgu og føroyingasøgu, at tíðarfesta skipsvrakið, og leingi hevur verið ætlan at fáa skipið upp, heilt síðan í 50-árunum, tá hetta fyrstu ferð varð roynt. Síðani hava serkøn við millumbilum verið og hugt at skipsvrakinum og ætlað at tikið tað upp, gjørt mátingar og skitsur av tí. Seinasta roynd var í 2016, men hetta er ein trupul uppgáva, tí skipið hevur verið stórt og botnsandurin rýður útyvir so hvørt grivið verður.           

Í 2000 gjørdi Klæmint Østerø kanningar av viðinum frá skipsvrakinum á Aalborg Universiteti, har hann las tá. Viðurin bleiv mettur at vera frá áleið ár 960, og av tí at víkingatíðin í Føroyum er ásett at hava verið frá áleið ár 800 til ár 1050, er so statt er talan um eitt víkingaskip.

Hesa tíðarfesting, setir Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, spurnartekin við:
- Tann, sum á sinni tíðarfesti viðin helt, at talan var um eitt víkingaskip. Vit halda hetta vera ivasamt. 

Í samstarvi við Tjóðsavnið, koma tískil tveir útlendskir undirvatnsfornfrøðingar mánadagin 5. novembur at gera nýggjar kanningar av viðinum. Ein teirra, Philipp Grassel, er týskur og hevur Ph.d. í undirvatnsfornfrøði. Hin, Kevin Martin, er íri og ger í løtuni eisni eina Ph.d í undirvatnsfornfrøði í Íslandi.

Ætlanin hjá útlendsku undirvatnsfornfrøðingunum er at taka skivur av viðinum frá skipsvrakinum og út frá teimum meta um aldurin á skipinum, hvat slag av skipi, talan er um, og hvar tað er bygt. Her verður dendrokronologi nýtt. Dendrokronologi er eitt fornfrøðivísindaligt háttalag, ið verður nýtt at tíðarfesta við við. Hetta verður gjørt við at kanna greinarnar ella árringarnar í viðinum.

[object Object]

Myndin er frá 2016, tá partar av skipsvrakinum sóust koma undan. Myndina hevur tíðindafólk frá jn.fo tikið

Les meira her

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður